Tað eru tvey stór ísfiskalínuskip eftir í flotanum, og tey liggja bæði við bryggju í løtuni.
Hinvegin eru fimm frystilínuskip undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, tvey eru í Grønlandi, og eitt er á Flemish Kap.
- Línuskipini fáa eina blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av svartkalva, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og serliga fyrstu dagarnar í næstu viku verður veðrið eisini brúkiligt.
- So, vit vænta, at nakað verður av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.