Fyrr í kvøld vann føroyska manslandsliðið í hondbólti stórsigur 32-21 (13-9) á Kosovo í tí seinasta heimadystinum í høllini á Hálsi í Havn.
Framyvir vera heimadystirnir leiktir í stórhøllini við Tjarnir uppi í Hoyvík, har væl fleiri áskoðarar sleppa at stuðla liðnum.
Høllin á Hálsi hevur verið ein sannur skansi í teimum seinastu landsdystunum. Føroyar hava í høllini á Hálsi vunnið seks landsdystir á rað.
Seinast okkara taptu á heimavølli var í teprum 28-30 (14-14) ósigri fyri Eysturríki 16. oktober í 2022.
Seinastu seks dystirnir í høllini á Hálsi:
8. mars 2023: FØROYAR-Rumenia 28-26 (15-9)
26. apríl 2023: FØROYAR-Ukraina 33-26 (17-12)
5. januar 2024: FØROYAR-Belgia 41-31 (19-16)
6. januar 2024: FØROYAR-Belgia 34-29 (15-16)
8. mai 2024: FØROYAR-Norðurmakedonia 34-27 (18-14)
6. november 2024: FØROYAR-Kosovo 32-21 (13-9)