Ískoyti til tíðindainnslag um munnkurv á almenna arbeiðsmarknaðinum

Fyrrakvøldið 7. oktobur kl. 18, varð eitt innslag í Kringvarpinum um almenn starvsfólk, sum fáa munnkurv frá sínum arbeiðsgevara.

 

Innslagið kundi geva tað fatan, at eg visti um, at Jens Sivar Djurhuus hevði fingið munnkurv frá leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Soleiðis er tað ikki.

 

Eg havi ongantíð fingið fráboðan frá Jens Sivari um, at hann hevur fingið munnkurv. Orðið munnkurv er í hesum førinum reist av journalistinum, sum gjørdi innslagið.

 

Eg vil tí koma við hesum ískoyti til tíðindainnslagið, fyri at rætta møguligar misskiljingar.

 

Tá eg úttalaði meg um munnkurv á almenna arbeiðsmarknaðinum, var tað generelt – ikki viðvíkjandi einum ávísum starvsfólki ella stovni.

 

Eg havi nú, eftir at hava tosað við Jens Sivar Djurhuus, fingið staðfest, at Jens Sivar ongantíð hevur fingið munnkurv frá leiðsluni á Suðuroyrar Sjúkrahúsi.

 

Mín greiða fatan er, at samskiftið og samstarvið millum Jens Sivar og leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur verið gott og virðiligt, frá tí hetta málið tók seg upp.  

 

Tað, eg royndi at vísa á í samrøðuni við Kringvarpið, var tað fyribrigdið, at nøkur almenn starvsfólk uppliva, at leiðslur mæla teimum frá at úttala seg alment um viðurskiftir, sum tey sambært talufrælsinum hava rætt til at umrøða.

 

Hetta er eitt evni, ið Starvsfelagið javnan tekur upp men ikki eitt mál, sum hevur við Jens Sivar Djurhuus at gera.

 

Við hesum ískoyti vóni eg, at møguligar misskiljingar eru beindar burtur, og at málið nú kann fáa ta virðiligu viðgerð og niðurstøðu, sum tað hevur krav uppá.

 

 

 

Súni Selfoss, formaður

 

Starvsfelagið