Islam og hin parturin

Ræðuliga hendingin í USA fyri nøkrum vikum síðani hevur ikki bert skakað heimin, men eisini fingið vestanlond at umhugsa sjónarmið síni viðvíkjandi islam.

 

Kanska tíðin umsíðir er búgvin til at venda eygunum móti islam og gerðum tess á ein kritiskan, kortini ikki rasistiskan hátt, heldur enn at seta okkum væl til rættis í skotskivuni við kensluni av, at alt er, sum tað skal vera.

Muslimskir trúboðarar og granskarar hava í fleiri ár roynt at billað Vesturheiminum inn, at islam hevur bert frið og semju at bera verandi heimi, og ikki bert frið, men eisini eitt samfelag, har muslimar og alskyns samfeløg, trúarrørslur og átrúnaðir kunnu liva í sátt og semju saman við islam. Kortini er tað so, at ein og hvør, sum kennir islamsku trúnna og ikki minni hevur livað í einum islamskum samfelagi, veit, at slíkur dreymur ongantíð fer at gerast veruleiki.

Ætlanin við hesi greinini er ikki at eggja til rasismu ella hatur móti muslimum. Ein og hvør sannur kristin og eitt og hvørt menniskja hevur skyldu til at vísa menniskjakærleika, hvør so enn húðalitur, trúgv og bakstøði er.

Tó eiga vit ikki bert at blinda okkum í óskynsomum tolsemi. Tað, ið okkum tørvar, er ikki tolsemi, men skynsemi og javnvág.

Sum kunnigt er ein stórur flóttafólkastreymur, sum í løtuni floymir inn í Vesturheimin, summi teirra koma, tí at lívið í egnum landi hevur verið teimum ein sonn neyð og plága, tí kanska meirilutin av húsfólki og næstingum hevur bøtt við lívinum, onnur kanska, tí at lív og næstingar eru í vanda. Sjálvandi er tað skylda okkara í Vesturheiminum at leggja uppí og veita teimum alla ta hjálp, teimum nýtist.

Síðani eru tað tey, ið floyma inn, av tí at Vesturheimurin í sjónarmiði triðjaheims glitrar í gulli og skarti við nógvum framstigum.

Tað, sum nútíðarsamfelagið tykist gloyma, er at seta spurningin, hví tey koma. Hvørjum flýggja tey undan? Er tað møguligt, at tað, tey í veruleikanum flýggja undan, ikki sleppir teimum so lætt, men kanska heldur fylgir við.

Tann kristni í einum muslimskum samfelagi í dag

Hvørt ár eru um leið 160.000 kristin, sum doyggja fyri sína trúgv, tey flestu teirra í tí muslimska heiminum. Haraftrat skulu vit eisini minnast til tey mongu, sum sita í fangatippum, fongslum, úti á gøtuni ella úti í oyðimørkini.

Vit kunnu fara frá teimum kristnu í Egyptalandi, har mong verða dripin, fongslað og pínd uttan grund, til ta miðvísu týningina av kristnum bygdum og býum í Indonesia, til tey rotnu, krossfestu líkini í Sudan, til ta 10 ára gomlu kristnu trælagentuna í Saudi Arabia, hvørs pápi varð krossfestur og mamman tvingsilsgift við drápsmanni mans hennara. Lítið ella einki av hesum verður so mikið sum nevnt í fjølmiðlum, hvørki sjónvarpsrásum, bløðum ella av stjórnum okkara í dag. Øll vilja tey tekkjast muslimsku vinum okkara, og hvør gevur sær far um, at ein kristin verður fyribeindur ella fyri tann skuld krossfestur, ella um 50.000 kristin smábørn verða tvingað til at doyggja í hungri og tosta í sudansku oyðimørkini, taka tey ikki við muslimsku trúnni?


Forfylging í Indonesia

Malukkoyggjanar í Indonesia

Í juli í ár hevur eydnast tiltikna islamska herinum Laskar Jihad at drepa um leið 5.000 kristin. Heilar bygdir eru avtoftaðar, 455 kirkjubygningar brendir í grund eins væl og 55.000 heim og hálv millión kristin vorðin flóttafólk. Av hesum vita fólk at siga, at 7000 kristin vórðu noydd til at taka við islam ella at doyggja. Hesi vórðu síðani tvingað til at vera umskorin til tess at staðfesta nýggju trúgv sína. Muslimskar bygdir nærhendis untu hesum neyðars niðurundirkomnu fólkum onga hjálp, avnoktaðu tey ikki kristnu trúgv sína og gjørdust muslimar.

Um vit bert nema við tað, sum okkum er kunnigt, um atsóknir at kristnum í Indonesia undanfarin ár, kunnu vit nevna, at 50 kirkjur vórðu brendar í grund millum árini 1955-90. Hetta versnaði munandi í árinum 98, tá 200 samkomubygningar vórðu brendir. Síðani hetta er støðan alsamt versnað.

Í august í ár varð farið hús úr húsi á oynni Ambom, har kristin vóru slátrað, fyrsta dyrnar vórðu latnar upp. Fleiri eru krossfest. Sagt varð, at gerningsmenninir gingu við bíblium og krossum til tess at líkjast kristnum. Laskar Jihad hevur svorið at týna ein og hvønn kristnan í Indonesia. Tað, sum tó er so lemjandi, er hetta, at stjórnin, hóast hon í januar-februar í ár fekk fekk eina undirskrivaða klagu frá 50.000 úr 30 londum, einki ger, og at fjølmiðlar dylja veruleikan við at rópa hetta kríggj millum ættbólkar ella okkurt annað. Hetta er ikki so løgið, tá ið hugsað verður um, at BBC er mangan hótt við bumbuálopum, »makka teir ikki rætt«. Vit kundu hildið á við Indonesia, men latið okkum nú venda okkum til landið Sudan.


Forfylging í Sudan

Sudan er ikki bert muslimskt land, Sudan er eisini eitt av teimum fáu londunum, ið hava islamskt stýri, og júst hetta ger støðuna hjá teimum kristnu ótolandi. Norðari partur av Sudan er meiri arábiskur eins væl og muslimskur, meðan sunnari parturin er kristin og anemistiskur. Islamska stýrið hevur í áravís roynt at beina fyri øllum lívi í sunnara partinum. Nærum tvær milliónir eru deyð; kristnar bygdar verða javnt og samt bumbaðar av stjórnarflogførum. Bygdir hava í áravís verið álopnar, menn dripnir, mangan í hópkrossfestingum, og kvinnur og børn tikin og seld sum trælir.

24. mai í ár vórðu 14 bumbur blakaðar yvir býin Tonj, meðan fólkið var á veg úr kirkju. Sama dagin hevði stjórnin alment kunngjørt, at bumbuálopini vóru av.

Bert fyri at taka eitt dømi: Á Nubafjøllunum er ein triðingur av fólkinum týnt. Her er talan um 300.000.

Í løtuni sita 200.000 kristin í sokallaðum stjórnarstýrdum friðarlegum, men hesi fáa bert mat og heilivág, taka tey við islamskari trúgv. UN World Food Programme ávarar um, at um leið 420.000 sudanar kunnu væntast at doyggja í hungri, áðrenn árið er liðið. Viðvíkjandi sunnara partinum steðgar stjórnin sum best ber til øllum innflutningi av hjálp, mati og heilivági. Tað undrar okkum, at so lítið verður sagt um støðuna hjá teimum mongu kristnu í Sudan, og upp aftur verri, at so lítið verður gjørt.

Vit kundu hildið á og nevnt lond sum Afghanistan, Pakistan, Saudi Arabia, Palestina, Nigeria, har álop, brenning av kirkjubygningum, hópneyðtøkur, dráp, ræning av húsum og jørð og so víðari er ein partur av gerandisdegnum hjá kristnum. Hvussu vit teimum mongu blaðungu pakistansku gentunum, ið hava verið alment neyðtiknar, har myndugleikin einki kann gera, tí gerningsmenninir vóru góðir muslimar? Ella hvussu við familjuni, ið er noydd at fara frá hús og heimi uttan endurgjald, tí at muslimsku grannarnir vilja hava grundstykki teirra til eina mosku? Hvør rópar? Hvør talar at? Eingin. Tann kristni kann ikki annað enn tiga, møguliga gráta, men ikki rópa ella klaga. Vesturheimurin talar ikki at, tí nú skulu vit vísa tolsemi. Vit vilja ongum ganga ov nær.

Vit gloyma, at muslimsku stjórnirnar, vit samráðast við, ikki bert loyva, men eisini taka undir við slíkum ágangi. Vit gloyma eisini teir mongu muslimarnar, sum búgva í Vesturheiminum í stórum tali, at teir í egna heimlandi sínum eru blandaðir upp í slíkan ágang móti kristnum í egnum grannalagi.


Er hetta islam?

Hetta kjakið er á ongan hátt lætt, og heldur ikki hava vit rætt til at skera allar muslimar um ein kamb. Munur er á einum vesturlendskum islam og tí veruliga. Heldur ikki mugu vit halda, at tað veruliga islam bert snýr seg um terrorismu og ágang. Kortini mugu vit ásanna, at terrorisma og ágangur er ein partur av islam. Hetta ger tað ikki minni trupult at greiða, tá ið tú brúkar tað saman við fundamentalistiskum muslimum, síðani hesir kunnu vera av allar fittastu fólkum, tað sama, sum kann sigast um hinduar og buddistar - trúgvin á eina hægri veru við teimum moralsku reglunum, ið við fylgja, skapir so sanniliga nakað gott í einum samfelagi (á vissum økjum), tað kann ikki dyljast. Vit eiga tó ikki at venda tað blinda eygað til. Islam hevur sum allir aðrir átrúnaðir eina positiva síðu, men eisini eina dapra.

Koranin sigur týðiliga, at eingin skal tvingast til at trúgva (Koranin 2:256), tó skulu vit minnast til, at hetta varð skrivað í fyrstu árunum, har brúk var fyri øllum kreftunum. Veruleikin er ein heilt annar. Koranin gevur boð um at týna og oyða øll tey, ið standa boðskapinum hjá islam ímóti, boð eru somuleiðis givin um at høgga armar og bein teirra av ella at krossfesta tey. Bert tey, ið kunnu gjalda stórar nøgdir av peningi, kunnu gjalda seg úr tí (Koranin 2:190-191; 5:36; 9:5, 19-22, 29,41; 47:4). Hetta verður eisini rópt jihad (heilagt kríggj) og er ein ábyrgd hjá einum og hvørjum muslimi (61:10-12). Muhammed segði við góða vin sín Abu Dharr, at størsta dygdin fyri ein muslim var trúgvin á Gud og at fremja jihad. Jihad eftir øllum hesum at døma var ikki ætlað so nógv til verju, men til álop á heidningar, jødar og kristin. Jødar og kristin sluppu bert við lívinum, um tey guldu jizya (skattur, sum tey, ið ikki eru muslimar, skuldu gjalda) (Koranin 9:29, 123). Koranin gav eisini muslimunum loyvi til at ræna fíggindan aftan á sigur (48:20). Kvinnurnar vórðu eisini lovaðar hesum sokallaðu gudsmonnunum. Lurta eftir orðunum hjá profetinum: »Bara síggj, Gud fer skjótt at geva tykkum land teirra, teirra ognir og teirra kvinnur at sova við« (Ibn Hisham, vol II síða 182). Vend við til islam ella doyggj. Hetta var júst mannagongdin, islam nýtti av fyrstan tíð og hevði gjørt tað í dag, um til bar. Muslimarnir eru enn tann dag í dag í øðini um katólsku krossferðirnar, men gloyma teirra egnu blóðigu søgu, ið byrjaði longu í Mekka og Medina við ránsmannaálopum og drápum bæði av arábum eins væl og avrættingina av hundraðtals jødum. Haðani kundu vit víst á blóðbaðini í Norðurafrika, Asia, ikki at gloyma ræðuleikarnar í India og millum onnur Ottoman-stýrið, sum í 1914 gjørdi av við nærum tvær milliónir kristin mong í turkiskum deyðslegunum. Ikki fyri at gloyma tey 15.000 í vóru nýtt sum bajonet trennings skivir í 1918.


Hvat lærir islam um ein ikki-muslim í einum muslimskum samfelagi?

Koranin er sera greið: Ein muslimur hevur ikki loyvi at hava kristnar ella jødiskar vinir (Koranin 5:51).

Tú kanst bara seta teg niður og lesa, hvat islamsku gudfrøðingarnir siga um hetta mál. Nevnast kunnu nøvn sum Abu Al-Ala Al-Mawdudi, Ibn Timiyya, Ibn Hazm, Al-Jalalan, Al-Bukhari.

1. Muhammed sjálvur lærdi, at blóðið hjá einum muslimi hevur meir virði enn hjá einum, ið ikki er tað. Allir hesir omanfyri nevndu gudfrøðingarnir kunnu játta hetta. Hetta merkir, at ein muslimur kann ikki revsast fyri dráp móti einum kristnum, eins og móti einum muslimi.

Ibn Hazm, vol 8, síða 39 sipar til orðini hjá sjálvum Muhammed, at ein muslimur má ikki revsast fyri dráp á ein, ið ikki er muslimur.

2. Ibn al-Khattab. Hetta er tann annar kaliffurin eftir Muhammed. Hann segði: »Eyðmýk tey kristnu.«

3. Annars kann sigast, at millum annað kristin hava ikki loyvi til at byggja samkomuhús ella kirkjur í londum, har islam ræður (Ibn Hazm, Vol. 4 partur 7, síða 28) (Abu al-ala al-Mawdudu, síða 28). Verða kirkjur bygdar ella endurbygdar, er revsingin møguliga deyði (Ibn Timiyya Vol. 28-652).

4. Á sama hátt hava ikki-muslimar ongan rætt, tá ið tað kemur til rættarhøllina. Vitnisburður teirra hevur als einki virði (Malik Ibn Ons Vol. 5 Section 13, síða 156) (Imam Al-Shafii, Ahk Al-Quran, síða 142) (Bukhari, partur 3, síða 237).

5. Muslimskir formenn eiga ikki at loyva kristnum at arbeiða hjá sær (Ibn Timiyya. Vol. 28. síða 646).

6. Kristin eiga ikki at hava somu politisku rættindi sum muslimar (Mawdudi, rætturin hjá ikki-muslimum í einum islamskum samfelagi, síða 268).


Ein listi av reglum, ið tann kristni og onnur eiga at laga seg eftir í einum islamskum samfelagi, er:

Gev einum muslimi sessin, um tann eini má standa. Gakk í klæðum, sum skilja teg frá hinum. Nýt ikki saðil, situr tú á esli. Tú skalt ganga við rakaðum frunti. Tú mást ikki vísa fram kristnar bøkur á gøtuni, mást ikki jarðast undir liðini á muslimum, mást ikki gráta, so onnur hoyra, mást ikki lesa hart upp úr Bíbliuni. Tú mást ikki hava muslimskar trælir, mást ikki hava størv oman fyri muslimar. Verður hetta ikki fylgt, hevur ein og hvør muslimur rætt til at drepa teg (Ibn Timiyya Vol. 28 og Ibn Hazm Vol. 4)

Eftir drúgvar royndir og kjak at royna at umvenda tey kristnu í Arabia til islam, gav Muhammed umsíðir skarvin yvir. Muhammed tók tí inn tríggjar revsingar yvir tey kristnu, ið búsett vóru í landinum.

a. Tey máttu gjalda ein eyka skatt, og hann var alt eftir, hvør tørvurin í landinum var. Skattur mátti gjaldast fyri øll vaksin, onkuntíð ognir, dýr og enntá trø.

b. Skatturin mátti gjaldast persónliga. Hetta hevði við sær, at eggjað varð til at háða, spotta, buka hesi fólk o.s.fr., til pengarnir vórðu goldnir myndugleikunum (Tabari, X, 109ff.; Ibn Kathir II, 346ff.).

c. Tey kristnu máttu játta, at tey hoyrdu til ein lægri stætt av menniskjum, ið einki virði og onga framtíð hevði.

Av hesum mismuni, framdur av profeti islams, vendu 99% av teimum arábisku kristnu sær til islamsku trúnna, tað sama, sum skuldi henda í Norðurafrika nøkur ár seinni eftir ræðuleikar, ið ikki kunnu setast á pappír.


Hava vit hugsað um, hvat hevði hent einum vesturlendskum samfelagi, ið hevði verið tvingað undir islamska átrúnaðin?

Í fyrsta lagi høvdu allir ateistar, buddistar, hinduar og so víðari verið týnd. Tann kristni og jødin, um hann hevði sloppið við lívinum, hevði mist øll síni rættindi, verið roknaður fyri eitt útskot, noyðst at gjalda eykaskatt og møguliga sloppið við lívinum.

Hesin tolsami vesturlendingurin fær ikki sín tolsama hugburð endurgoldnan við tolsemi, men má velja millum deyða ella umvending.


Hvat so?

Sum sagt, so er ætlanin við hesi grein ikki at skapa øsing, ei heldur at eggja til rasismu. Teir, ið standa aftan fyri greinina, hata ikki muslimar, men elska muslimar og heita á ein og hvønn um at leggja sjógv millum hatrið móti muslimum, sum vit síggja í løtuni er íbirt í vesturlendska heiminum. Tó er ynski og áheitan okkara, at vit duga at hugsa, og at vit ikki eru blind fyri veruleikanum.

Vit ynskja eisini, at lond og fólk okkara eins væl og vesturlendska samfelagið stendur saman um at stríðast fyri frælsi, trúarfrælsi, javnrættindum og røttum lívskorum teirra kristnu og einum og hvørjum hjá okkara muslimsku grannum.

Vilja muslimar, at Vesturheimurin skal broyta seg eftir teirra hugsanarhátti, so mugu teir eisini læra at broyta seg eftir okkara. Um teir vilja, at USA skal broyta sín heimspolitikk, mugu teir broyta sín politikk mótvegis sínum minnilutum. Vilja teir hava sín stat í Palestina, mugu teir eisini veita øðrum, sum eisini vilja hava egnan stat fyri at veita sær og familjum sínum trygd og frælsi, somu rættindi.

Mong halda, at ein umrøða viðvíkjandi hesum viðurskiftum átti at verið undirskrivað við navni. Tó vita tey flestu ikki um vandan við tí muslimsku altjóða fregnartænastuni. Hvørjum landi ella býi, tú so býrt í, er vandin at koma fram við hesum, deyði, bæði yvir teg sjálvan og húskið.

Hetta ger tað ómøguligt hjá tíðindafólkum at tosa opið. Støðan viðvíkjandi Laskar Jihad verður tí ikki kallað »genocide« (fólkadráp), men »conflict«, sum eisini varð tikið til í BBC tann 7.10.

Løgið, at opið kann talast um ræðuleikarnar, framdar av serbum og øðrum, men tigast má, tá talan er um islam.

?