Fleiri islamskir bygningar eru álopnir í síðstuni, og spreinging hevur verið í tveimum moskum í Miðonglandi, skrivar Politiken.
Tveir menn eru handtiknir fyri spreingingarnar við moskurnar. Menninir, sum vórðu tiknir nærindis Birmingham, eru 25 og 22 ára gamlir og ættaðir úr Eysturevropa.
Síðan ógvusliga morðið í Woolwich í London 22. mai, tá ein enskur hermaður varð stungin og dripin við kjøtøks á opnari gøtu, hava fleiri álop verið á muslimskar bygningar.
Fyri einum mánaði síðan máttu 150 fólk flytast burtur eftir spreinging við eina mosku í býnum Wallsall. Fríggjadagin varð løgreglan aftur ávarað um álop á mosku - hesaferð í býnum Tipton. Eingin fekk mein av heimagjørdu bumbunum.
Álopið í Tipton hendi stutt eftir, at bretski hermaðurin, sum varð myrdur í London, fór til gravar. Tveir menn eru ákærdir fyri brotsverkið. Rættarmálið móti teimum byrjar í november.
Morðið á hermannin vakti stóran ans eisini uttan fyri Bretland. Ikki minst tí annar av drápsmonnunum varð filmaður við blóðdálkaðum knívi og kjøtøks og segði frá, at teir høvdu dripið sum hevnd fyri, at bretskir hermenn beina fyri muslimum.
Løgreglan mátti skjóta fyri at handtaka menninar, sum báðir vórðu særdir.
Myndin: Leitað verður eftir bumbum á parkeringsplássinum við moskuna í Tipton, har spreingingin var