Ísland eigur bestu ungu telvararnar

Føroyska úrtøkan í NM var væl lægri enn hjá hinum fimm luttakarunum

Um úrslitið av NM kappingini í talvi fyri børn og ung er góð ábending um, hvussu tað stendur til í norðurlondum í barna og ungdómstelving, so er eingin ivi um, at íslendingar eiga bjartastu framtíðina.

NM kappingin í talvi er av. Hesa ferð var hon í Billund. Eftir at teir hava sitið við talvborðini síðani fríggjamorgunin, so fyrireika føroysku telvararnir seg at koma til hús aftur í morgin.

Seks umfør vóru telvað í fimm aldursbólkum. Hvørt landið var umboðað av tveimum telvarum í hvørjum aldursbólkinum.

Úrtøkan hjá Íslandi var 35 ½ stig, Danmark vann 34 stig, Svøríki 33 stig, Noreg 32 ½ stig, Finland 30 stig og Føroyar vunnu 15 stig.

Hóast íslendingar samantalt vunnu flest stig, so var tað merkisvert, at íslendingar ikki vóru bestir í nøkrum av teimum fimm bólkunum. Martin Lokander úr Svøríki vann elsta bólkin við 5 1/2 stigi, Johan-Sebastian Christiansen úr Noregi vann næstelsta bólkin við 5 stigum, Tobias Dreisler úr Danmark vann triðja bólkin við 5 stigum, Toivo Keinänen úr Finlandi vann næstyngsta bólkin við 5 stigum, og Filip Boe Olsen úr Danmark vann yngsta bólkin við 5 stigum.

Hvør luttakari telvaði seks talv. Bestu føroysku úrtøkuna vunnu Høgni Egilstoft Nielsen og Eli W. Finnson, sum vunnu 3 stig ella 50 prosent úrtøku.

 

1994-1996: Rúni Tindskarð Jacobsen 2 stig og Karl Marius Dahl ½ stig.

1997-1998: Høgni Egilstoft Nielsen 3 stig og Silas Eyðsteinsson 1 stig.

1999-2000: Eli W. Finnson 3 stig og Bjarki Bertholdsen 0 stig.

2001-2002: Janus Skaale 1 stig og Ragnar Weihe ½ stig.

2003-: Jón í Horni Nielsen 2 stig og Leif Reinert Fjallheim 2 stig.

 

Mynd: skoleskak.dk