Island Sky vitjaði á Tvøroyri

Ein gamal kenningur legði at Tvøroyrar Havn í morgun. Tað var ferðafólkaskipið Island Sky, ið er innregistrerað á Bahamaoyggjunum.

 

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.

 

Í góðveðrinum tóku starvsfólk hjá Tvøroyrar Havn ímóti 90,6 m langa og 15,3 m breiða skipinum, ið fór av bakkastokki í 1992. Skipið hoyrir til felagið Noble Caledonia og er systurskip til Hebridean Sky, ið eisini hevur vitjað Tvøroyri fleiri ferðir.

 

Við skipinum eru 95 ferðafólk og er tað Mouritsens Bussar, ið samskipar túrin í oynni. Agentur er Thor Shipping.

 

Á havnalagnum tóku bussar frá Poulsen og Ludvig ímóti, vegna Mouritsens Bussar, og síðan fóru fólk ymsastaðni í oynna at vitja. Eitt nú verður vitjað á Fiskieiðinum í Hvalba og í Akrabyrgi, sunnast í oynni. Við ferðafólkunum eru lokalir ferðaleiðarar.

 

Skipið skuldi loysa um 13 tíðina seinnapartin í dag, skrivaði tvk.fo í morgun.

 

Meira kann lesast um skipið og myndir eru at síggja her