Íslendski aðalkonsulin á vitjan

Seinnapartin vitjaði Hannes Heimisson, íslendskur aðalkonsul í Føroyum, Tórshavnar kommunu. Konsulin hitti millum annað Heðin Mortensen, borgarstjóra.

 

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.

 

Hannes Heimisson tók herfyri við starvinum, sum íslendskur konsul í Føroyum.

 

Aðalkonsulat Íslands heldur til í Ydum úti á Reyni í Havn.