72 ára gamli Ólafur Ragnar Grímsson segði, at hann fer at leggja frá sær sum forseti, tá skeið hansara er úti í juni mánaði. Tá hevur hann eisini sitið í fimm setur ella tilsamans 20 ár, síðani hann var valdur fyrstu ferð í 1996.
Í nýggjársrøðuni segði hann, at nú var tíðin komin at lata øðrum upp í hendurnar at røkja álitið sum forseti Íslands. Tað vil siga, at hann ikki fer at teljast millum valevnini, tá forsetaval verður í Íslandi í juni mánaði.
Íslendski forsetin hevur avmarkaðar heimildir, men millum annað í málinum um Icesave-lógina, ið skuldi tryggjað útlendskum bankakundum at fáa fult endurgjald, sum vanligi íslendingurin, skuldi leggja rygg til, brúkti Ólafur Ragnar Grímsson sínar heimildir til fulnar.
Eftir at stórur partur av íslendska fólkinum hevði mótmælt, valdi hann fyri fimm árum síðani at brúka sín sýtingarrætt mótvegis lógini, sum Altingið hevði samtykt ímóti ársenda í 2009, og tí mátti lógin sendast út til fólkaatkvøðu.
Tá vísti tað seg, at forsetin veruliga hevði talað sakina hjá íslendska fólkinum, tí 93,2 prosent av íslendsku veljarunum havnaðu uppskotinum, ið annars var samtykt í Altinginum.