Tað eru avbjóðingar á ísraelska landsliðnum undan HM-undankappingardystinum, sum verður í kvøld klokkan 19.45. Millum annað er Eran Zahavi skaddur. Hann hevur skorað átta mál í níggju dystum.
Frásøgumaðurin hjá tjóðarsjónvarpinum í Ísrael heldur fyri, at liðið hjá teimum er nakað verri nú. Umframt Eran Zahavi, so er liðskiparin, Bibras Natcho, á bonkinum. Hann mátti av vøllinum við pínu í høvdinum móti Eysturríki fríggjakvøldið.
Týdningurin av Eran Zahavi sæst á UEFA-hagtølunum hjá honum. Hann hevur skorað átta mál í níggju dystum, og hevur fingið 90 stig á UEFA spælaralistanum. Tað ger hann til 37. besta spælaran í undankappingini. Hjá Føroyum er Sonni Ragnar Nattestad fremstur við 56 stigum.
Ísrael (3-5-2):
Ofir Marciano - Hatem Abd Elhamed, Nir Bitton, Orel Dgani - Eli Dasa, Aviv Avraham, Manor Solomon, Dor Peretz, Suf Podgoreanu - Mu'nas Dabbur, Shon Weissman