Ísrael fer at koppseta tey 5 til 11 ára gomlu

Írsaelski forsætisráðharrin sigur, at landið nú hevur eina »barnabylgju« av koronusmittu

Sjey ára gamli Adi fær fyrsta prikið við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTeck á eini klinikk í Telaviv. Umleið helmingurin av teimum smittaðu við koronu í Ísrael eru børn undir 11 ár. Foto: Corinna Kern/Reuters

Ísrael er farið undir at koppseta børn millum 5 og 11 ár ímóti koronu.

 

Harvið verður landið eitt av teimum fyrstu at koppseta so ung børn.

 

Endamálið er at sleppa undan eini bylgju av koronusmittu.

 

Naftali Bennet, forsætisráðharri, ávarar um, at Ísrael júst nú hevur eina »barnabylgju« av koronusmittu.

 

Helmingurin av teimum seinastu staðfestu tilburðunum av sjúkuni hava verið hjá børnum undir 11 ár, skrivar hann á Facebook.

 

Fyrstu prikini við Pfizer/BioNTech-koppingarevninum til børn millum 5 og 11 ár vóru latin í dag. Frammanundan eru myndugleikarnir í ferð við at koppseta tey millum 12 og 17 ár.

 

– Júst nú, mitt í farsóttini, er besti at verja børn okkara koppseting, sigur koppingarserfrøðingurin Heli Nave, sum í dag í Tel Aviv fylgdu fyrstu prikunum til tey yngstu børnini.

 

Hon sigur, at tað hevur ikki verið nøkur løtt avgerð. Men tær royndir, tey hava í USA, har fystu prikini til tey 5 til 11 ára gomlu eru latin fyrr í mánaðinum, hava sannført hana og starvsfelagar hennara.

 

Í summar hava fleiri í Ísrael verið sjúk av sera smittandi deltabrigdinum. Tað hevur í fleiri mánaðir merkt, at landið hevur verið stongt fyri umheiminum.

 

Tí var landið hitt fyrsta við sonevnda booster-prikinum – eitt triðja prik við koppingarevni – til vaksin fyri at varðveita dygdina í immunitetinum móti koronu.

 

Júst tann koppsetingarpolitikkurin er við at verða framdur her hjá okku og í aðra staðni í heiminum.

 

/ritzau/AFP

 

Sjey ára gamli Adi fær fyrsta prikið við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTeck á eini klinikk í Telaviv. Umleið helmingurin av teimum smittaðu við koronu í Ísrael eru børn undir 11 ár. Foto: Corinna Kern/Reuters