Ísrael heldur at 63 gíslar eru á lívi

Higartil eru 117 gíslar leysgivnir ella bjargaðir úr fangilsi av ísraelskum herfólki.

Í dag, 7. oktober, er eitt ár liðið, síðan 251 gíslar vórðu tiknir í Ísrael og førdir til Gazageiran. Ísrael heldur, at 63 av gíslunum framvegis eru á lívi.

 

Ísraelskir myndugleikar halda, at millum gíslarnar, sum enn eru á lívi, eru 51 menn, tíggju kvinnur og tvey børn. 

 

Hildið verður eisini, at 34 lík framvegis eru í Gazageiranum.

Higartil eru 117 gíslar leysgivnir ella bjargaðir úr fangilsi av ísraelskum herfólki. Av hesum eru flestu kvinnur, børn og útlendsk arbeiðsfólk.

 

Yngsti gíslin var eitt barn, sum var hálvan níggjunda mánað gamalt, tá tað varð rænt og beiggin, sum eisini varð rændur, var fýra ára gamal.

 

Hamas, sum stóð aftan fyri fólkaránið í Ísrael, hevur sagt, at fleiri gíslar eru deyðir, eitt nú hesi bæði børnini, men hetta hevur Ísrael ikki váttað.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at fyri Hamas eru gíslarnir avgerandi fyri samráðingarnar við Ísrael um vápnahvíld og leysgeving av palestinskum fangum í Ísrael.