Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, hóttir nú við at hertaka partar av Gazageiranum burturav - ella permanent, sum sagt verður.
Verjumálaráðharrin sigur, at hann hevur givið ísraelska herinum (IDF) boð um at taka eftirlitið við einum størri parti av Gazageiranum.
Israel Katz sigur, at ætlanin er at hertaka økið, til Hamas hevur leyslatið allar ísraelsku gíslarnar, sum framvegis eru í fangilsi.
Fyrr í hesi vikuni fór Ísrael undir enn eina innrás, og hetta hendir eftir at vápnahvíldin, sum hevur verið millum partarnar, er brotin.
Tað er tíðindastovan, AFP og fleiri ísraelskir miðlar, sum bera hesi tíðindi í morgun.