Avvarðandi og stuðlar hjá palestinum, sum sita í ísraelskum fongslum, mótmæltu í gjár framman fyri Reyða Kross í Ramallah á Vestara áarbakka. Teir vilja, at avtala verður gjørd, sum kann lata leysar allar palestinskar fangar. - Foto: Jaafar Ashtiyeh/Ritzau Scanpix

Ísrael til reiðar at lata 300 palestinskar fangar leysar

Ein listi frá ísraelskari ráðharrastovu yvir palestinar, ið skulu latast leysir, fevnir sambært Reuters um 300 persónar

Avvarðandi og stuðlar hjá palestinum, sum sita í ísraelskum fongslum, mótmæltu í gjár framman fyri Reyða Kross í Ramallah á Vestara áarbakka. Teir vilja, at avtala verður gjørd, sum kann lata leysar allar palestinskar fangar. - Foto: Jaafar Ashtiyeh/Ritzau Scanpix

Ísrael hevur í dag latið upplýsingar um fangar, ið sum liður í avtalu við Hamas, skulu latast leysir.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Á heimasíðuni hjá ísraelska løgmálaráðnum er ein listi, sum eftir øllum at døma hevur nøvnini á 300 persónum, sum skulu latast leysir sum liður í avtaluni.

Í nátt gjørdu Ísrael og Hamas eina avtalu um steðg í bardøgunum í Gaza, leyslating av gíslum, Hamast hevur tikið, eins og leyslating av palestinum.

Hamas hevur sagt, at 150 kvinnur og børn, sum sita í ísraelskum fongslum, verða latin leys sum liður í avtaluni. Á ísraelska listanum síggjast dupult so nógv nøvn.

Ein partur av avtaluni er eisini, at Hamas letur leysar 50 kvinnur og børn, sum bólkurin tók sum gíslar í álopunum á Ísrael 7. oktober.

Avtalan sigur eisini, at tað skal vera steðgur í bardøgunum í Gaza upp á fýra dagar.

Í einum boðum frá Ísrael um avtaluna verður sagt, at tað fyri hvønn tíggjunda gísla umframt teir 50, sum verða latin leysir, fer steðgurin í bardøgunum at vara í eina dag eyka.

Qatar, sum hevur verið við til samráðingarnar við Ísrael, sigur í boðum, at »eitt tal« av palestinskum fangum verða leyslatnir.

– Talið av teimum, sum verða latin leys, fer at hækka seinni, verður sagt í boðunum frá Qatar.

Í boðum frá skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu, varð einki nevnt um, at palesinskir fangar skulu latast leysir.

Hetta er altso fyrstu ferð, at Ísrael eftir øllum at døma viðurkennir, at palestinskir fangar verða latnir leysir sum liður í avtaluni.

/ritzau/