Ísraelski fíggjarmálaráðharrin, Bezalel Smotrich, sigur, at Hamas skal oyðileggjast, tá ísraelsku gíslarnir í Gazageiranum eru leyslatnir.
Hann sigur, at flokkur hansara, sum er religiøsi sionistaflokkurin, fer ikki at atkvøða fyri einari friðaravtalu.
Flokkurin hjá figgjarmálaráðharranum verður roknaður at vera millum teir mest víðgongdu í stjórnini hjá Benjamin Netanyahu.
Bezalel Smotrich hevur eisini fleiri ferðir sagt og endurtikið, at Ísrael eigur at leggja hersetta Vestara Áarbakka undir seg.
- Vit taka ikki undir við stuttskygda róminum og fara ikki at atkvøða fyri avtaluni, skrivar fíggjarmálaráðharrin á X, fyrrverandi Twitter.
Saman við ísraelska trygdarmálaráðharranum, Itamar Ben-Gvir, hótti Bezalel Smotrich í januar at taka seg úr stjórnini orsakað av einari vápnahvíldaravtalu millum Ísrael og Hamas.
Hetta hevði gjørt, at stjórnini hjá Benjamin Netanyahu hevði fallið.
- Báðir ráðharrarnir, Bezalel Smotrich og Itamar Ben-Gvir, vóru verandi í stjórnini, tá Ísrael tók álopini á Gazageiran uppaftur, veit tv2.no at siga fyrrapartin.