Verjan í Gazageiranum váttar í morgun, at ísraelski herurin nú er byrjaður at taka seg aftur úr einstøkum økjum.
Hetta er sambært avtaluni um vápnahvíld og frið í Gazageiranum, sum Ísrael og Hamas eru vorðin samd um.
Í gjár góðkendi ísraelska stjórnin vápnahvíldaravtaluna, sum eitt nú merkir, at ísraelski herurin skal byrja at taka seg aftur úr palestinsku økjunum.
Sambært avtaluni skal ísraelski herurin í eina tíð hava eftirlitið við 53 prosentum av Gazageiranum.
Meira verður at frætta um friðartilgongdina í Gazageiranum í øðrum greinastubbum her á In.fo.