Nú Galaxy brádliga fyrrapartin avlýsti allar túrar um Suðuroyarfjørð í dag, fer tyrlan møguliga at røkja farleiðina í dag.
Hesum boðar Strandferðslan frá í soljóðandi boðum á ssl.fo:
10.okt: Kunning um møguliga tyrluflúgving
Í samband við avlýsingar á leið 7 verða møguliga eyka túrar gjørdir við tyrluni. Nærri kunning um hetta kemur seinni.
in.fo er vitandi um, at hjá fleiri eru avlýstu túrarnir í dag komnir dátt við, tí fólk skulu í eittnú veitslur, t.d. brúdleyp, og onnur skulu av landinum við flogfari í morgin, og klára ikki ferðina, um tey ikki sleppa úr Suðuroynni í dag. Á sosialum miðlum, so sum facebook, sæst eisini, at ónøgdin við avlýsingarnar er stór.
Ssl.fo kunnar seinni í dag, hvussu verður við tyrluflúgvingini, sambært boðunum frá Strandferðsluni.