Ísraelski herurin: Vit hava fingið enn ein deyðan gísla

Ein av deyðu ísraelsku gíslunum afturat er latin ísraelska herinum frá Hamas umvegis Reyða Kross.

Hesum boðar herurin frá á boðtænastuni Telegram.

 

Herurin skrivar, at kistan við líkinum er farin um markið til Ísrael og er nú á veg til Rættarlæknastovnin, har líkið endaliga verður eyðmerkt. Enn er tí ikki greitt við vissu, um líkið í veruleikanum er ein ísraelskur gísli.

 

Týsdagin fekk ísraelski herurin eitt lík, sum vísti seg ikki at vera ein av ísraelsku gíslunum.

 

Fyrr í vikuni lat Hamas leysar 20 livandi gíslar og níggju deyðar ísraelskar gíslar, sambært BBC.