Løgreglan fekk gjáramorgunin fráboðan um, at nógvur hvalur var at síggja í Nólsoyarfirði, men tað vísti seg skjótt, at talan ikki var um grindahval, men um hvessing, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Sagt varð, at tað eisini var nógvur hvalur longri uppi í fjørðinum niðan móti Hoyvíkshólmi, men sagt varð ikki, hvat slag av hvali tað var, sigur vaktleiðarin.
Um 17 tíðina í gjár komu fleiri fráboðanir um, at olju var á landsvegnum við Fútaklett í Vágum og niðan móti Sandavágshálsi.
Landsverk fekk boð um tað, so vegurin varð vaskaður. Men greitt er ikki, hvør hevur mist olju á vegin.