Teistin í morgin fer á beding, verður Ternan aftur tikin úr nólsoyarsiglingini at røkja sandoyarsiglingina burturav. Tá fer tvíkiljan Issehoved at røkja hest- og nólsoyarsiglingina.
Issehoved er ein skjóttgangandi ferja, sum fyrr hevur siglt í Bergen í Noreg. Í 2016 sigldi ferjarn fyri felagið Samsø-Aarhuus Expressen millum Samsø og Aarhus.
Í ár hevur felagið handan Sundbusserne keypt ferjuna. Hetta felagið rekur siglingina millum Helsingør í Danmark og Helsingborg í Svøríki.
Ferjan er bygd í 1991 og tekur 96 ferðafólk. Tvíkiljan er framleidd úr aluminium
Árini 1991 til 2008 sigldi ferjan millum Tróndheim og Vanivan í Noreg við navninum Fosningen. Í 2008 varð skipið leigað út og nevndist tá Sogneprinsen og sigldi fyri Bergen Nordhordland Rutelag.
– Strandferðslan er í tí støðu, at fleiri av okkara skipum í mun til krøv skulu á beding í 2018. Bedingstíðin fyri onkur av skipunum kann taka upp til tríggjar vikur, tí tað eru serligar og kravdar ábøtur, ið skulu gerast, skrivar Strandferðslan.
Við bedingstíðunum í geyma ger Strandferðslan vart við broytingar og umskipanir á ymsum farleiðum, sum væntandi koma at darva tænastustøðinum nakað.
– Serliga sæð í ljósinum av, at 125.000 fleiri ferðandi hava brúkt oyggjaleiðir í tíðarskeiðinum frá 2014 til 2017, og sum heild hava oyggjaleiðirnar fyri fyrstu fýra lágárstíð mánaðirnar í 2018 samanborið við 2017 havt umleið 11.000 fleiri ferðandi. Hetta er avbjóðing, vit mugu hava í huga, tá ið samferðslumál eru á skránni, skrivar Strandferðslan.
13. juni vænta tey, at skipini hjá Strandferðsluni aftur eru á teimum leiðum, tey eru ætlað til. Meðan Issehoved røkir nólsoyar- og hestsiglingina, verður skipað fyri farmatúrum við Sam.