"It is not all doom or gloom" Skúlin í Føroyum er ikki so galin

KRONIKK

Síðan úrslitið av PISA kanningini bleiv kunngjørt, hevur kritikkurin heglað niður á føroyska skúlan. Eg haldi ikki, allur kritikkurin er rættvísur.

Sjálvur kann eg samanbera, hvussu tað er at ganga í føroyska fólkaskúlanum og í skúla uttanlands. Eg gekk í barnaskúla í Hoyvík og í áttanda flokki (2002-2003) í Eysturskúlanum, áðrenn eg flutti til Hollands. Í summar tók eg IB (International Bachelorate) eksamiu á International School of The Hague.

Lat meg í hesi kronikk royna at samanbera mínar royndir.

 

Skúlaumstøðurnar

Í Haag gekk eg á einum altjóða privatum skúla. Kann ein privatur altjóða skúli samanberast við ein kommunalan skúla í Føroyum?

Ja, fysisku umstøðurnar vóru ikki betri. Privatir skúlar eru dýrir og hølini fyrstafloks, hugsa tey flestu. Men so var ikki. Hølini vóru út av lagi vánalig. Pláss var fyri 700, men har gingu 900 næmingar. (Tað skal tó sigast, at vit fluttu inn í nýggjan fyrstafloks skúla í januar 2007).

Eg hevði business í evningarhølunum millum penslar, máling, kitlar og myndir hvørt um annað. I enskum var eg koydur í sama flokk sum næmingar úr Vietnam, Iran, Iraq og Kina (hóast eg fekk 10 í Eysturskúlanum). Vit deildu eitt lítið goymsluhøli, har lærararnir goymdu bøkur og nýttu tað til rættlestur. Soleiðis kundi eg hildið fram.

Men vit kláraðu tað. Hølini eru minsta problemið!

 

Eru tað lærararnir?

Fyri mítt viðkomandi kann eg ikki siga nakað ringt um mínar lærarar í Føroyum. Teir vóru fittir og góðir og lærdu meg tað, ið mentamálastýrið kravdi. Eg dugdi alt, sum kravdist. Men tað var bara ikki nóg mikið!

Stóri munurin var, at lærararnir í Hollandi vóru stoltir yvir arbeiðið hjá sær! Teir komu frá øðrum londum at undirvísa á hesum skúlanum. Ikki tí teir tjentu nógv meira pening, men tí teir vóru ambitiøsir og vildu hava avbjóðingar.

Allir lærararnir hava høga útbúgving. Frá børnini eru 10 ár, verða tey einans undirvíst av lærarum við akademiskum útbúgvingum. Hvørt ár verða lærararnir evalueraðir, áðrenn teir fáa nýggja kontrakt!

Í Føroyum fáa lærararnir ikki ta virðing, teir hava uppiborið - langtífrá. At arbeiða við ungum næmingum, ið ikki tíma at vera í skúla, fáa foreldrini upp á nakkan, um børnini klara seg illa, er torført. At lærararnir heldur ikki hava havt møguleikan til at endurútbúgva seg, ja tað kunna teir ikki gera við.

Eg haldi, føroysku lærararnir eiga at fáa rós fyri teirra megnararbeiði. Teir taka uppgávurnar teir fáa, sjálvt um teir ikki altíð eru fakliga egnaðir.

Rós til lærararnar!

 

Er munur á støðinum?

Eg fekk fullkomiliga sjokk, tá eg flutti til Hollands! Í fleiri fakum var mitt støði so langt frá støðinum hjá hinum næmingunum. Tey vóru yngri og dugdu nógv betur enn eg. Tey flestu vóru byrjað at ganga í skúla, tá tey vóru 4 ár.

Serliga illa stóð til í lívfrøði og alisfrøði. Hevði lærarin spurt meg, hvussu tað ymiska eitur á fiski, seyði ella hvali, hevði eg nokk klárað at svara. Tá teir ístaðin spurdu meg, hvat photosynthesis er, og hvussu hjartað virkar, ja tá dugdi eg ikki at svara.

Í máli var eisini heilt út av lagi. Eg dugdi einki mál. Mítt vánaliga enska kundi ikki brúkast! Eg mátti byrja heilt frá botni saman við øðrum frá vónleyst tilafturskomnum londum.

Tó skal tað sigast, at í støddfrøði er støðið í Føroyum generelt á einum hægri støði. Støddfrøði var deilt upp í trý stig, A-B og C. Eg var á B støði. Tey einastu, ið vóru á A støði, vóru tey fimm prosentini, ið duga yvirnatúrliga væl. Tey vóru útvald og dyrka til at taka lut í altjóðakappingum. Tey kunna vit ikki samanberast við.

Fakliga støðið er sum heild alt ov lágt í Føroyum!

 

Bøkurnar og lærutilfarið

Eg haldi eins og PISA kanningin vísir, at føroyingar eru ringast fyri í lívfrøði, alis- og evnafrøði.

Í Føroyum leggja lívfrøðibøkurnar nógvan dent á, at næmingarnir læra um náttúruna. Uttanlands leggja tey dent á, at næmingarnir læra um lívið. Sjálvandi er tað týdningarmikið, ta ið man byr i einum landi sum Føroyum, at man lærir um náttúruna. Men fyri at halda okkum til altjóða standardin, verða vit noydd til at modernisera okkum!

Um vit skula varðveita nattúruvitanina, má byrjast fyrr!

Sum heild haldi eg, at undirvísingartilfarið í Føroyum var “old fashion”.

 

Mentaliteturin

Við mentalitetinum er heilt galið í føroyska skúlanum!

Føroyski hugsanarhátturin er alt ov stuttur og trongur. Í Føroyum er tað vanligt og verður góðtikið, at børn og ung millum 14-18 ár eru skúlatroytt. Tað er, tá børn og ung eru best fyri og læra mest. Hesi góðu árini fara til spillis í Føroyum.

Vit næmingar (kenni meg enn sum ein føroying), foreldur, lærarar verða noydd at innføra ein betri skúlamentalitet. Eina aðra fatan av at ganga í skúla. Ikki tí eg eri gamaldags og konservativur, men tað má allíkavæl vera meira dissiplin, skúlating og innlatingar.

Fyri mítt viðkomandi kann eisini siga fyri beiggja mín, var hetta tíðarskeiðið, tá ið vit høvdu nógv fyri. Øll árini vóru hørð, serliga tey fyrstu. Vit skuldu skriva rapportir, “essays”, gera framløgur, og tað gekk ikki ein vika, har ið vit ikki høvdu “tests”. Til tíðir høvdu vit fimm um vikuna og enntá onkuntíð tvær um dagin. Persónliga hjálpti tað, tí eg visti, hvørjum støði eg og flokkurin var á. Gjøgnum árið lærdu vit at svara próvtøkuspurningum, tí fleiri av testunum oru gamlar próvtøkuroyndir.

Fyri at vera erligur, so hataði eg hesar testirnar, men tað hjálpti til próvtøkuna!

Men tó haldi eg, at føroysku næmingarnir innheinta tað teir missa frá teir er 12 til 16 ár, tá ið teir fara í studentaskúla. Við føroyska studentaspróvnum, kunna teir søkja inn á flestu lærustovnar í heiminum. Onkur er enntá sloppin inn á Harvard! Eingin, eg kenni frá mínum skúla, er sloppin beinleiðis inn har enn!

Eg haldi, at føroyski ungdómurin er væl fyri fakliga, tá ið tey eru liðug við student. Tey eru bara eldri enn onnur!

Mentaliteturin í føroyska skúlanum frá 7. til 10. flokk er alt ov “lazy”!

 

Sosiala

Men eitt er tó vist; føroysk børn eru sum heild meira búgvin og nógv betur fyri sosialt. Í øllum aldrum.

Eg kenni meg betur til rættis, tá ið eg tosi við fólk í Føroyum, ið eru um mín aldur og yngri. Tey hava meira lívsroyndir enn tey eg gekk í klassa við í Hollandi. Ikki tað, at tey hava sæð og upplivað alla verðina, men okkara siðir og samfelag bjóða so nógv góð lívsvirðir.

Eg eri glaður fyri, at eg lærdi tey føroysku livsvirðini at kenna. Tað er nakað, sum ikki kann lærast í bókum ella í skúlum.

 

Føroyski fólkaskúlin er lazy, og student samlar upp

Um eg stutt og greitt skal taka samanum mínar royndir, so er stóri munurin, at í Hollandi bar rætt og slætt ikki til at vera “lazy”.

Í Føroyum er gott, at studentaskúlin samlar upp!

Men: “It is not all doom and gloom".