Veddingarfyritøkurnar: Italia er greiður favorittur at vinna á Føroyum

Í kvøld eru Føroyar aftur í meira vanda leiklutinum sum tað undirtippaða liðið

Í kvøld skal føroyska manslandsliðið í hondbólti royna at reisa seg aftaná svíðandi 26-31 tapið fyri Luksemborg ígjár í tí fyrsta dystinum í HM-undanundankappingini í høllini á Hálsi í Havn.

 

Føroyar skulu í kvøld klokkan 19.30 spæla móti Italia, ið vann stórsigur 36-23 á Lettlandi, so talan verður um eina sera torføra uppgávu.

 

Meðan veddingarfyritøkurnar høvdu Føroyar sum greiðan favoritt at vinna á Luksemborg, so eru Føroyar hesaferð tað undirtippaði liðið hesaferð.

 

15 altjóða veddingarfyritøkur hava Italia sum greiðan favoritt til at vinna enn ein sigur í HM-undanundankappingini í høllini á Hálsi.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í kvøld. Samrøður vera at hoyra á trok.fo. 

 

Veddingarfyritøkur:  Sigur til ItaliaJavnleikurSigur til Føroyar
10Bet  1.369.754.05
1xBet   1.38 10.50 4.06
bet-at-home   1.28 9.60 4.10
bet365   1.32 9.50 3.80
Betfair   1.29 10.00 4.50
Betsafe   1.35 11.00 4.40
Betsson   1.35 11.00 4.40
BetVictor   1.30 10.00 4.33
Betway   1.30 10.00 4.25
bwin  1.3511.004.00
ComeOn  1.369.754.05
Interwetten   1.30 10.00 4.30
William Hill   1.30 10.00 4.20
youwin  1.339.003.80
Betfair Exchange  1.289.554.33
Gjøgnumsnitsodds1.3310.084.16