Pélle átti sigursmálið í yvirtíðin, tá Lorenzo Insigne sendi bóltin til Matteo Darmian, ið hegnisliga fann Pélle, sum var kaldur í løtuni og sendi sponsku europameistararnar úr EM hesaferð – enntá í áttandapartsfinaluni!
– Spælararnir gjørdu tað gott, og í dag vístu vit, at Italia dugir annað enn at spæla verjufótbólt, staðfesti italski landsliðsvenjarin, Antonio Conte, eftir góða italska dystin á Stade de France.
Góður hálvur tími var spældur, tá Giorgio Chiellini sendi bóltin í málið til 1-0. Eder sendi fríspark ímóti spanska málinum, har De Gea hálvbjargaði, so Emanuele Giaccherini slapp til bóltin og fekk sent hann víðari til Chiellini, ið taklaði bóltin inn.
Væl uppiborið
Tað var slett ikki óuppiborið, at Italia legði seg á odda, tí italienararnir høvdu fleiri málkjansir og tóktust meira klárir til dystin, meðan spaniólar vóru tungir í upptrekkinum og serliga høvdu stórar trupulleikar av Pélle og Eder.
Avgerðin fall í yvirtíðini – og tað enntá beint eftir, at Pique hevði havt møguleika at javna fyri Spania, men mátti síggja Gianluigi Buffon í stórum stíli bjarga. Og so hendi alt í hinum endanum, tá Pélle í grundini fekk fatur í einum miseydnaðum innleggi, har ein spanskur fótur kom fyri, og so høgdi hann bóltin í málið til 2-0.
Einki at siga til, at italienararnir kundu fegnast eftir ein góðan dyst, har teir av mongum frammanundan vóru dømdir sum taparar ímóti Spania. Men eftir at hava vunnið sín bólk í kapping við Belgia, staðfestu teir sína styrki við at senda nú fráfarandi meistararnar úr kappingini við einum taktiskt sera væl gjøgnumførdum dysti.