Dagsins síðsti EM-dystur var í gjárkvøldið, tá ið Belgia og Italiu møttust í bólki E, har Írland og Svøríki fyrr í dag spældu 1-1-javnleik.
Italia legði seg á odda tá ið góður hálvur tími var leiktur, tá ið Emanuele Giaccherini tamdi eina langa sending og sendi bóltin framvið Thibaut Courtois til 1-0 til Italia. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.
Belgia var annars mest á bóltinum og hevði serliga í seinna hálvleiki greitt yvirtak. Italia hugsavnaði seg um at verja - tað riggaði eisini væl, tí Belgia hevði ilt við at bróta ígjøgnum væl mannaðu verjuna.
Belgia hevði tó møguleikarnar. Eitt nú Romelu Lukaku, sum misnýtti ein fríleypara, og Divock Origi, sum stútaði eitt gott innlegg beint upp um málið.
Heldur enn at tað eydnaðist Belgia at javna, so staðfesti Italia sigurin í yvirtíðini, tá ið eitt mótálop endaði við, at Graziano Pelle økti til endaliga úrslitið, 2-0 til Italia.
Av tí at dysturin ímillum Írland og Svøríki endaði javnur fyrr í dag, so hevur Italia nú lagt seg einsamalt á odda í bólki E.