Italia má vinna 9-0 á Noregi sunnukvøldið fyri at taka HM-plássið

Noreg er millimetrar frá at røkka HM-endaspælinum

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Tað skal ræðuliga nógv ganga galið hjá Noregi, um norðmenn ikki skulu røkka HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada.

 

Í kvøld vann Noreg ein greiðan 4-1 sigur á Estlandi á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Samstundis vann Italia bert 2-0 á Moldova, har Italia enntá ikki megnaði at leggja seg á odda fyrrenn í 88. minutti.

 

Sunnukvøldið klokkan 19.45 møtast Italia og Noreg í seinasta leikumfarinum í undanbólki I á Stadio Giuseppe Meazza (San Siro) leikvøllinum í Milano.

 

Undan dystinum hevur Noreg fult stigatal, 21 stig fyri sjey dystir, meðan Italia hevur 18 stig fyri seks dystir. Noreg hevur málmunin pluss 29, meðan Italia hevur málmunin pluss 12 mál.

 

Tað merkir, at skal Italia taka fyrsta plássið, og beinleiðis HM-kvalifikasjónina frá Noregi, so mugu italiumenn vinna á Noregi við níggju málum. Tað trýr neyvan tann mest bjartskygdi italiumaðurin er møguligt. So Noreg hevur við 99 prosents vissu vunnið seg í fyrsta HM-endaspælið síðani 1998.

 

Moldova-Italia 0-2 (0-0)

0-1 Gianluca Mancini ('88 )

0-2 Pio Esposito ('90 )

 

Noreg-Estland 4-1 (0-0)

1-0 Alexander Sørloth ('50 )

2-0 Alexander Sørloth ('52 )

3-0 Erling B. Haaland ('56 )

4-0 Erling B. Haaland ('62 )

4-1 Robi Saarma ('65 )

 

Noreg hevur 21 stig, Italia hevur 18 stig, og Ísrael hevur níggju stig. Estland hevur fýra stig, og Moldova er aftast í bólkinum við einum stigi.

 

Í seinasta umfarinum verður leikt soleiðis: Italia-Noreg og Ísrael-Moldova. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix