Italia var eirindarleyst

Tað var ikki lukkuligt, tá ið Føroyar í kvøld vitjaðu Italia í Firenze. Úrslitið var 5-0 til Italia, og tað ber ikki annað til enn at staðfesta, at talan var um heimalið í heimsflokki ímóti føroysku amatørum.

Eftir kiksaða HM endaspælið í Suðurafrika hevur nýggi venjarin, Cesare Prandelli, skift nógv út á italska liðnum, og at talan er um nýggja byrjan sást væl og virðiliga í kvøld.

Í staðin fyri eitt sindur dølska spælingarlagið, sum ofta hevur eyðkent italska landsliðið, tá ið tað hevur lagt seg framum við einum ella tveimum málum, so var intensiteturin alla tíðina stórur, og leikferðin var rættuliga høg.

Eftir 1. hálvleik var 3-0, og síðstu tíggju minuttirnar skoraðu italiumenninir tvey mál aftrat.

Føroyska liðið noyddist mest at hugsa um at verja, og tað var væl minni av framrættaðum spæli, enn tað ofta hevur verið at sæð. Føroyska liðið hevði ongan upplagdan málmøguleika í kvøld.

 

Italia-Føroyar 5-0 (3-0)

EM undankappingardystur týsdagin 7. september 2010 kl. 20.50 á Stadio Artemio Franchi - Florence

Dómarakvartett úr Hvítaruddlandi: Aleksei Kulbakov, Dmitry Zhuk, Vitali Maliutsin og Sergey Tsinkevich

1-0: Alberto Gilardino 11.

2-0: Daniele De Rossi 22.

3-0: Antonio Cassano 27.

4-0: Fabio Quagliarella 81.

5-0: Andrea Pirlo 90.

Italia: Emiliano Viviano - Lorenzo De Silvestri, Leonardo Bonucci, Giorgio Chiellini, Luca Antonelli - Riccardo Montolivo, Andrea Pirlo, Daniele De Rossi (Angelo Palombo, 76.) - Giuseppe Rossi (Giampaolo Pazzini, 59.) Alberto Gilardino (Fabio Quagliarella, 59.), Antonio Cassano

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Salvatore Sirigu, Cristian Molinaro, Daniele Gastaldello, Mattia Cassani

Venjari: Cesare Prandelli

Gult kort: eingin

Føroyar: Gunnar Nielsen - Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Egil á Bø, Hendrik Rubeksen - Bogi Løkin (Jónas Tór Næs, 74.), Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen (Christian Lamhauge Holst, 74.), Jann Ingi Petersen, Símun Samuelsen - Jóan Símun Edmundson (Daniel Udsen, 89.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, Bartal Eliassen, Arnbjørn Hansen, Jústinus R. Hansen

Venjari: Brian Kerr

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen

 

 

--------

 

90 min.

5-0

Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið liðformaðurin, Andrea Pirlo, við frísparki eitt sindur úr vinstru sendi bóltin upp um manngarðin og dygst inn við nærra stólpanum.

Føroyska liðið er rættuliga avklætt!

Daniel Udsen hevur loyst Jóan Símun Edmunsson av (89.)

 

85 min.

4-0

4-0: Fabio Quagliarella 82.

Eftir kiks í føroyska uppspælinum aftarlaga á føroysku hálvuni vóru heimamenninir eirindarleysir. Teir stóðu í bíðirøð fyri at skjóta mál, og at enda var tað innskifti Fabio Quagliarella, sum setti bóltin í málið.

Nú stendur nógv á hjá sera troytta føroyska liðnum.

 

---------

 

75 min.

3-0

Føroyska liðið hevur framt tvær útskiftingar (74.): Christian Lamhauge Holst er komin inn fyri Christian R. Mouritsen, og Jónas Tór Næs er komin á vøllin fyri Boga Løkin.

Angelo Palombo hjá Italia er komin inn fyri Daniele De Rossi.

 

---------

 

65 min.

3-0

Italia hevur framt tvær útskiftingar: Fabio Quagliarella er komin á vøllin fyri Giuseppe Rossi, og Giampaolo Pazzini er komin á vøllin fyri Alberto Gilardino.

Trýstið hevur fyrsta korterið eftir steðgin ikki verið so ógvusligt, sum tað var í 1. hálvleiki.

 

------

 

55 min.

3-0

Fyrsta føroyska hornasparkið verður lagt innfyri av Boga Løkin, eftir at føroyingar hava havt fínt álop.

 

---------

 

46 min.

3-0

Dómarin hevur bríkslað, og føroyska liðið var í fyrsta álopinum á vitjan í italska brotsteiginum!

 

--------

 

45 min.

3-0

Síðstu løtuna er trýstið linkað eitt vet. Tað ber við sær, at føroyingarnir onkrar ferðir hava verið í nánd av italska málinum: Christian R. Mouritsen hevði frísparksroynd, sum málverjin ikki hevði trupulleikar av, og eftir frísparksinnlegg frá Símuni Samuelsen royndi Bogi Løkin seg, men bólturin fór framvið.

 

----------

 

35 min.

3-0

Føroyska fótbóltslandsliðið er undir øguligum trýsti niðri í Italia í kvøld. Eftir hálvan tíma er støðan 3-0, og Italia hevur havt fleiri aðrar vandamiklar møguleikar.

Tað er mest átókt Landskrona tíðini, tá ið føroysku spælararnir tveita seg fyri at blokera skotroyndirnar hjá italiumonnunum.

Í 22. minutti økti sera væl upplagdi De Rossi til 2-0, og fimm minuttir seinni var tað Cassano, sum skoraði til 3-0!

Italia hevur higartil hildið høga leikferð, og tað ber við sær, at tað er sera torført hjá føroyska liðnum at fáa samanspæl í lag.

 

----

 

 

15 min.

1-0: Alberto Gilardino 11.

Tað sær út til, at føroyska liðið aftur í kvøld hevur trupulleikar í høgra verjuborði. Jóhan Troest Davidsen, sum í kvøld er vongverji í høgru, hevur longu sæð gula kortið, og tá ið Føroyar vóru noyddar at senda bóltin út til høgra í vinstru, endaði tað við, at Alberto Gilardino við høvdinum setti bóltin í málið.

 

------

 

10 min.

0-0

Føroyska liðið hevur verið undir stórum trýsti, men enn er málleys t. Jóhan Troest Davidsen hevur sæð gult fyri ógvusliga takling.

Italia hevur nógv fólk frammi, tá ið heimaliðið leypir á. Vongverjarnir eru sera álopshugaðir.

Tað tykist sum um, at Gunnar Nielsen í føroyska málinum rættuliga er komin við í spælið.

 

-----

 

Klokkan 19.50 fer Aleksei Kulbakov úr Hvítarusslandi at bríksla fyri fyrstu ferð í EM undankappingardystinum millum Italia og Føroyar í Firenze.

Brian Kerr hevur teir somu tjúgu at velja ímillum, sum vóru við í hópinum fríggjakvøldið, tá ið Føroyar á heimavølli taptu 3-0 ímóti Serbia, og venjarin hevur blandað kortini av nýggjum.

Millum teir fyrstu ellivu eru tríggir nýggir. Teir eru Egil á Bø og Bogi Løkin, sum als ikki vóru á vøllinum fríggjakvøldið, og Christian R. Mouritsen, sum varð settur á vøllin beinanvegin eftir steðgin. Teir, sum ikki eru afturvaldir, eru Jónas Tór Næs, Daniel Udsen og Christian Lamhauge Holst, sum annars hevur verið fastur maður nógvu tær seinastu ferðirnar.

At hvørki Jónas ella Christian Lamhauge Holst eru afturvaldir ber boð um, at venjarin ikki var nøgdur við høgru síðu síðsta fríggjakvøld.

Egil á Bø verður í kvøld undir liðini á Atla Gregersen í miðverjuni, meðan Jóhan Troest Davidsen, sum fríggjakvøldið var í miðverjuni, í kvøld verður vongverji í høgru.

Føroyar: Gunnar Nielsen - Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Egil á Bø, Hendrik Rubeksen - Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen, Jann Ingi Petersen, Símun Samuelsen - Jóan Símun Edmundson.

Italia: Emiliano Viviano - Lorenzo De Silvestri, Leonardo Bonucci, Giorgio Chiellini, Luca Antonelli - Riccardo Montolivo, Andrea Pirlo, Daniele De Rossi- Giuseppe Rossi, Alberto Gilardino, Antonio Cassano