Tað kann sigast soleiðis: Skulu vit lata stovnarnar upp í hendurnar á ørvitisfiskum: »Prestum, munkum og øðrum heimagjørdum sekteristum, ið trúgva meira uppá at biðja heldur enn á at friða«?
Var tað ikki júst tað sum gjørt varð í New Foundlandi? - Og var tað ikki júst tað, sum endaði við, at umleið 30.000 fólk gjørdust arbeiðsleys frá einum degi til annan? Var tað ikki júst tí, at avstandurin millum fiskifrøðingar og statsmyndugleikarnar øðrumegin, var so nógv størri, enn avstandurin millum myndugleikarnar og vinnulívsins ørgrynnu av lobbyistum hinumegin? - Var tað ikki nettup av hesum ávum, at tað nú er so eiðasørt á hesum leiðum, ið roknaðar vóru fyri at verða heimsins so avgjørt ríkastu til fisk nakrastaðir nakrantíð!
Annars var hetta bert ætlað, sum eitt lítið íkast um fiskivinnu í allari almindugligheit?! - eitt lítið gleps.
Av myndini, sum blaðið hevur brúkt, sum illustratión til hesa grein um fiskifrøðingar og vinnulívsfólk, sæst hvussu lítið at sær komnir, hesir menn (á myndini) eru, sum arbeiða fiskin: Í snotuligum fiskakøssum av rímiliga hóskandi stødd síggja vit, at fiskimenn hava gjørt sær ómak at leggja fiskin nett og vakurt í kassarnar - júst so, sum ein útlendskur keypari kundi ynskt sær at fingið henda fisk. (Ella eitthvørt føroyskt virki - um virkið bert tók sær dirvi til og fekk upp í lag, at seta eitt tílíkt ynski fram).
Men so síggja vit (á myndini) ta vitanina, okkum væntar og okkara skortandi tilvit - í felag - halda áfram at gera negativt um seg (hetta, sum síðan 1965 og enn í dag, hevur kostað og kostar okkum alt: Fiskurin, ið áður lá soleiðis, sum tann útlendski keyparin kundi hugsast at hava biðið um at fáa hann, hesin sami fiskur, fer nú í leysari luft, »hultur um bultur« niður í størri kør!! - Ein sera effektivur máti, má tað sigast at verða, var málið í sjálvum sær at minkað virðið á landaða fiskinum við okkurt um einari helvt so skjótt sum gjørligt).
Hvørt fiskifrøðingar (eisini) skulu lastast fyri hetta, veit eg ikki. Men sigast kann, at tað hevði tíðunt verið stórt hjálp, um fiskifrøðingar, embætisfólk, lakeiðar og annað gott fólk, ikki kendu seg so hótt í teirra starvi, at tey høvdu torað at luttikið í tjakinum um, hvussu fiskur skal hagreiðast til tess at geva sum frægast av peningi.
Tá vit nú í hesum føri hava eina mynd av einari process, er tað vert at peika á og strika undir, hvat tað er, myndin ber okkum boð um: Tað ber í øllum førum ikki til at rópa upp um daggamlan fisk - eftir at fiskurin er komin í karið at liggja?! Tí komin úr aftur karinum er virðið fallið við okkurt um einari helvt.
Tað er hetta henda myndin er eitt talandi dømi um.
jsmith