Ítróttur heiðraður í Varpinum

Týskvøldið bjóðaði Klaksvíkar kommuna øllum ítróttarfeløgum í kommununi til hátíðarhald í Varpinum. Ítróttur og sjálvboðið arbeiði varð heiðrað.

Um 200 fólk úr 16 ymiskum feløgum vóru møtt til tiltakið. Á skránni vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhonnu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, helt gestarøðu. 

 

Jóhanna Christiansen segði í røðu síni, at hóast øll feløgini gera eitt megnar arbeiði, og tað kann vera trupult at velja nakran fram um, hevur kommunan kortini valt at heiðra nøkur avrik, sum mynda ítróttarárið 2023 á ein serligan hátt.

 

Heiðurslønir blivu lætnar til tey í gera sjálvboði arbeiði, hava góðan felagsskap, samstarv, áræði og úrslit. Øll feløg, sum blivu heiðrað, fingu ein kekk á 10.000 krónur.

 

Gávukurv varð latin Vivi Olsen, sum hevur gjørt stórt sjálvboðið arbeiði, í fleiri feløgum í mong ár.

 

Ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak, sum vísir á týdningin og stóra virðið í sjálvbodna arbeiðnum innan ítróttin í Klaksvíkar kommunu.

 

 

 

Feløgini sum fingið heiðursløn í ár vóru:

 

Klaksvíkar Fimleikafelag

 

Team Klaksvík og Stjørnan

 

Klaksvíkar Róðrarfelag

 

KÍ 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##