Ivaleysur Neistasigur

Neistin-Sóljan 22-12 (10-5):

Neistin líkist alt meira einum bronsuvinnara. Sunnudagin var eingin ivi, tá Sóljan varð send til hús við greiðum tapi


 

Hondbóltur ? kvinnur


Neistin var stórfavorittur, tá tær sunnudagin tóku ímóti Sóljuni. Ikki endiliga tí at avrikini hjá liðnum hava verið so sannførandi seinastu dystirnar, men tær hava so ikki tveitt nøkur óneyðug stig á vegnum, og tá Sóljan so eisini mátti vera Herthu Simonsen fyriuttan, tóktist tað mest sum greitt, at dysturin longu var avgjørdur.


Ivaleyst

Tað var heldur ongan tíð nakar stórvegis ivi um, hvønn veg dysturin skuldi koppa.

Neistin legði alt fyri eitt sjógv ímillum seg og mótstøðuna, har litaviski stórskjúttin, Asta Petrauskiene, var mest sum einsamøll um at hótta neistamálið.

Í seinna hálvleiki var gongdin ikki sórt øðrvísi, og við sigrinum heldur Neistin framvegis fast um bronsuplássið.

Takið á hetta varð enntá betrað um vikuskiftið, tá VB púrasta óvæntað mátti lúta fyri Kyndli,. og eru nú fýra stig niður til fjórða plássið á stigatalvuni. Møguleiki er eisini at økja um hetta undan jólasteðginum, tí í seinasta umfarinum í grundspælinum fær Neistin vitjan av VB, og hesin dysturin fer kanska at geva eina ábending um, hvussu stríðið um bronsuna fer at laga seg.


Dysturin í tølum

Neistin-Sóljan 22-12 (10-5)

Málskjúttar:

Neistin: Mildrid Jacobsen 5, Annika Thomsen 5, Susan Brockie 3(2), Birita Wardum 3, Inga Danberg 2, Súna Mørk 1(1), Rakul Augustinussen 1(1), Gunnleyg Berg 1

Sóljan: Asta Petrauskiene 9(2), Johanna í Horni 1, Heidi Maria Akselsen 1, Sólja Jóanisdóttir 1

Brotskøst: Neistin 6, Sóljan 2

Útvísingar: Sóljan 3

Dómarar úr Tjaldur: Trúgvi Mortensen & Kári Hansen