Ivan Bilar størsta bilasølan

Ivan Bilar hevur seinastu árini vunnið ein støðugt vaksandi marknaðarpart av føroyska bilamarknaðinum, og í 2009 gjørdist teir so nummar eitt, sum størsta bilasølan í landinum.

Endaligu tølini fyri bilasøluna í Føroyum í 2009 staðfesta, at bilasølan Ivan Bilar við Hoyvíksvegin nú er størsta bilasølan í landinum. Í 2009 seldi Ivan bilar 175 bilar, meðan næststørsta bilasølan á listanum seldi 131 bilar. Ivan bilar selur bilmerkini Citroën, Mitsubishi, Mercedes Benz og Chrysler.


Tað er serliga Citroën, sum hevur verið millum fýra tey mest seldu bilamerkini í Føroyum seinastu fimm árini. Stóran part av 2009 var Citroën nummar eitt, men endaði tó á øðrum plássi, tá árið var úti. Hóast Mercedes Benz ikki hevur so stóran marknaðarpart, so er sølan av Mercedes Benz bilum nógv vaksin seinastu árini. Sølan av Mitsubishi er eisini nógv vaksin, meðan sølan av Chrysler hevur verið meira støðug.


Ivan bilar hevur góðar vónir um bilasøluna í 2010. Hetta kemst millum annað av nýggja samleikanum hjá Citroën, sum fer at koma við nógvum spennandi nýggjheitum í nærmastu framtíð, nýggja prísbygnaðinum hjá Mercedes Benz og Mitsubishi, sum hevur umhvørvisvinarligasta bilin í Colt klassanum. Harumframt fara vit í holt við stórar moderniseringar av hølisviður¬skiftunum í nærmastu framtíð, sigur Pauli Waag sølustóri hjá Ivan bilum.