Ivasamt um Brandur Sandoy leggur frá sær

- Eg vil hava, at bygdarráðið skal vera samt um at velja mín eftirfylgjara, eins og tey vóru, tá tey eftir seinasta kommunuval valdu meg, sigur Brandur Sandoy, sum í morgin hevur verið borgarstjóri í Sands kommunu í tíggju ár.

 

Brandur Sandoy, sum er á tingi sum varamaður, er eisini borgarstjóri í Sands kommunu, og tað hevur hann verið í 10 ár í morgin, leygardagin 26. oktober. Tá tað gjørdist greitt, at Fólkaflokkurin kom í samgongu, og Brandur Sandoy soleiðis gjørdist varamaður á tingi, segði hann, at hann helst fór at leggja frá sær sum borgarstjóri. 

Men, tað er nú ivasamt, um so verður. Í dag hevur Brandur Sandoy sent bræv til kommunustýrislimirnar í Sands kommunu, sum eru sjey í tali, og her vísir hann á, at hann nú hevur fingið varasess á løgtingi í eina tíð, sum hann tekur til.

- Eftir at hava hugsað meg um í eina tíð og havi sett meg inn í, hvussu lóggávan á økinum er samansett, havi eg tikið avgerð um, at eg ikki komi at siga borgarstjórasessin frá mær endaliga.

Hann vísir á, at grundgevingin fyri hesum er, at hann bara eri á tingi sum eykavaldur, og tí er eingin sjálvfylgja, at hesin postur stendur honum í boði, til borgarstjóratíðin er av hin 31. desember í 2020 - ella um stívliga eitt ár.

- Hinvegin havi eg fráboðað, at eg ikki ætli mær at sita í báðum sessum í senn. Tað vil siga, at kommunustýrið ikki kemur at fáa nakra áheitan frá mær til viðgerðar, har eg biði um loyvi at sleppa at sita í báðum sessunum í senn.

Í brævinum til sínar kommunustýrislimir vísir Brandur Sandoy á, at eftir eru nú tveir møguleikar, sum hann hevur at fyrihalda seg til. Hesir møguleikar eru tengdir at, sigur Brandur Sandoy, um hann metir, at hann ikki verður tøkur at røkja kommunustýrissessin í meiri ella minni enn tveir mánaðir.

- Boði eg kommunustýrinum frá, at eg vænti, at mín frávera verður meira enn tveir mánaðir, skal kommunustýrið velja annan borgarstjóra fyribils. Um so verður, havi eg tó møguleikan at taka sætið aftur frá degi til annan.

Brandur Sandoy vísir á, at um hann hinvegin boðar kommunustýrinum frá, at hann væntar, at hansara frávera verður minni enn tveir mánaðir, tekur varaborgarstjórin við ábyrgdini tað tíðarskeiðið, hann ikki eri tøkur at røkja kommunustýrissessin.

- Valið av borgarstjóra og varaborgarstjóra hetta skeiðið varð einmælt av bygdarráðnum. Eg ynski fyri kommununa og bygdarráðið, at um so verður, at talan verður um at velja ein fyribilsborgarstjóra, so skal hendan avgerðin ikki klúgva bygdarráðið og bygdina.

Borgarstjórin sigur, at tí verða kommunustýrislimir bidnir um at finna út av til novemberfundin, um gjørligt er at finna eina innanhýsis semju um at standa saman um val av fyribilsborgarstjóra.

- Verður hetta ikki veruleiki, verður seinasti møguleikin brúktur av mær valskeiðið út, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, í skrivinum til bygdarráðslimirnar í dag.

Við In.fo í kvøld sigur Brandur Sandoy seg vóna, at kommunustýrislimirnir finna semju um, hvør skal taka yvir. Um ikki, verður einki val av borgarstjóra.

- Eg vil hava, at bygdarráðið skal vera samt um at velja mín eftirfylgjara, eins og tey vóru, tá tey eftir seinasta kommunuval valdu meg. Um ikki, komi eg saman við varaborgarstjóranum at stjórna kommununi, til kommunuval hevur verið um eitt ár, sigur Brandur Sandoy við In.fo í kvøld.