Ivasamt um Vágatunnilin letur upp í ár

Vantandi brunatrygd kann gera, at Vágatunnilin ikki verður latin upp tann 26. november sum ætlað. Kanska als ikki í hesum árinum

Brunatrygd

Trygdarviðurskiftini viðvíkjandi undirsjóvartunlinum undir Vestmannasundi eru ikki í lagi. Avleiðingin kann gerast, at tunnilin als ikki letur upp í ár.
Málið snýr seg um, at útgerðin til eldsløkking og tað, sum har til hoyrir, er ikki nøktandi. Strong krøv eru sett til slíka útgerð og til trygidna yvirhøvur. Eingin ivast í, at hetta bara skal vera í lagi, og allir partar eru samdir um, at útgerðin skal fáast til vega.
Men so røkkur semjan ikki longur, tí tá talan verður um, hvør skal gjalda fyri trygdina, er tað, at partarnir fara hvør sín veg.
Sum Sosialurin skilir á keldum, sum kenna til málið, hevur leiðslan í partafelagnum Vágatunlinum hug at halda, at Sandavágs Kommuna skal fáa til vega ta útgerð, sum krevst til roykkaving, eldsløkkin og ikki minst at flyta hesa útgerð úr goymslu á staðið, um brúk verður fyri henni inni í tunlinum.
Men Sandavágs Kommuna vil ikki gjalda fyri útgerð, sum kommunan metir, at Vágatunnilin eigur at fáa til vega, siga keldurnar.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, vil onga viðmerking gera yvirhøvur til málið. Tað er ikki komið nóg langt enn, sigur hon.
Tó sigur hon, at hon væntar, at málið verður loyst. Í øllum førum verður skipað fyri skeiði fyri brandmonnunum í komandi viku, sigur hon.
Sosialurin veit, at arbeitt verður við at fáa upplýsingar um útgerð. Eitt nú úr Íslandi verður roynt at fáa slíkar upplýsingar. Bæði um útgerðina sum so, um prís og ikki minst um veitingartíð.
Men eitt, sum gongur aftur og aftur í teimum upplýsingum, blaðið hevur fingið um málið, er, at veitingartíðin er so mikið long, at tað verður í hvussu er ikki fyri nýggjár, at nøkur útgerð kann vera í Føroyum. Kanska ikki fyrr enn móti sumri, verður sagt.
Sum heild eru partarnir, sum hava við málið at gera, sera tigandi, tá gingið verður á teir.
Keldur okkara vita at siga, at tað er Brunaumsjón Landsins, sum hevur víst á, at trygdin ikki er í lagi, og eisini kravt, at tað skal hon vera, áðrenn latið veðrur upp.
Leiðarin á Brunaumsjónini var staddur uttanlands, tá vit fingu orð á hann. Men hann var sera fámæltur og vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til hetta málið, tí tað er ikki avgreitt, sigur hann.
Heldur ikki frá leiðsluni í partafelagnum Vágatunlinum bar til at fáa nakra viðmerking, áðrenn blaðið fór til prentingar. Nevndarformaðurin, Klæmint Weihe, er staddur uttanlands, og var ikki við fartelefonina, tá vit ringdu til hansara í gjár, og Dávur Reinert Hanen, stjóri, var upptikin á fundi og fekst ikki at gera viðmerkingar til málið.