Ivast í stovnsmetingunum og fiskiroyndunum

Hví verður ikki eitt skip leigað at royna við síðuna av Magnus heinason, spyr Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, helt fyri undir orðaskiftinum um fiskidagar, at tað er ómetaliga løgið, at Havstovan ikki leigar eitt skip at gera royndir saman við Magnus Heinason.

Hann heldur, at tað nú er staðfest, at Magnus heinason onki fiskar, so vandin at lata onkran royna vá somu leið eigur er so stórur.

Tingmaðurin finst at, at Havstovan ikki er meira opin fyri at gera aðrar royndir, so eitt betri grundarlag fæst at taka støðu útfrá.

Kári P. Højgaard heldur eisini, at tað er merkiligt, at meira ikki verður gjørt við fiskivinnuroyndir á F'øroya Banka, so til ber at fáa at vita, hvussu veruliga støðan er á Bankanum.

Tignmaðurin heldur, at havtaska á Bankanum etir toskayngul og at tann stovnurin er vorðin ov stórur. Tí eiga royndarloyvir at verða givin at fiska havtasku, sigur Kári P. Jøjgaard.