Jóan Símun: Aldrin upplivað nakað líknandi

Tað segði Jóan Símun Edmundsson eftir 0-0 javnleikin móti Andorra seinast. Hann var ónøgdur við dømingina

Tað var rokaligt, tá Føroyar tann 25. mars í 2017 spælleysan javnleik mót Andorra á Estadi Nacional í HM-undankappingini. Millum annað bleiv Jóan Símun Edmundsson útvístur. Tað byrjaði longu aftaná níggju minuttir, tá Jóan Símun Edmundsson fekk gult kort fyri at filma.

Kritikkurin var stóru av Jóan Símuni Edmundsson, tá hann eitt korter fyri tíð fekk sítt seinna gula kort, tá hann tveitur seg, eftir at hava dribblað framvið tveimum og einum hálvum spælara hjá Andorra. Seinna gula kortið var í lagi, men tað var tað fyrra ikki.

Bosniski dómarin, Ognjen Valjic, dømdi á fyrsta sinni ein altjóða landsdyst. Tað sást til tíðir. Serliga, tá toftamaðurin í álopinum hjá okkum fekk gult kort fyri film longu aftaná níggju minuttir.

- Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi. Eg fái ein alboga í nøsina og fari at bløð. Meðan eg liggi á vøllinum sigur dómarin at eg skal reisa meg upp, so hann kann geva mær gult kort – meðan blóðið rennur úr nøsini, fortaldi Jóan Símun Edmundsson eftir dystin.

Nú møtast Andorra og Føroyar aftur. Hesa ferð í Nations League. Føroyar vunnu hóskvøldið 3-2 á Matla, meðan Andorra spældi málleysan javnleik móti Lettlandi á útivølli. Dysturin verður í dag klokkan 14.