Føroyski landsliðsspælarin, 29 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, kom í dag sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð, á vøllin í Bundesliguni, tá Arminia Bielefeld vann 1-0 á FC Køln í 2. umfari í týsku landskappingini. Stutt seinni skoraði hann avgerandi málið.
- Vit góvu alt á vøllinum, og vit hjálp frá áskoðarunum eydnaðist tað at vinna. Hetta var ein javnur dystur og vit vóru hepnir til endans. Vit skora málið og tað er munurin, men tað kundi eisini verið hinvegin. Fýra stig eftir tveir dystir er fantastiskt. Hetta er nakað vit kunnu byggja á, sigur Jóan Símun Edmundsson við heimasíðuna hjá Arminia Bielefeld.
Tá hann hevði verið á vøllinum í 11 minuttir skoraði hann eisini tað, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi málið í dystinum. Toftamaðurin kom inn á høgra miðvøllinum, og tað var eisini úr høgru síðu, at hann skoraði málið, eftir at Stefan Ortega sendi hann avstað.
##med2##
Vinkulin bleiv nakað spískur, men Jóan Símun Edmundsson var neyvur við høgra beininum og sendi bóltin lágt framvið málverjanum og inn um nærmaru stong. Síðani megnaði Arminia Bielefeld at halda FC Køln vekk frá málinum og vinna 1-0.
- Mítt mál er ein blandingur av hepni og eitt sindur av dugnaskapi. Eg sá ongan viðspælara, sum var leysur í brotsteiginum, so eg helt bara fast í bóltinum, sigur Jóan Símun Edmundsson við heimasíðuna hjá Arminia Bielefeld.
##med3##
Hann leggur afturat í samrøðu við Kringvarpið, at hetta er heilt fantastiskt, men tað er ikki fyrr enn nú seinni á dagnum, at hann er við at skilja hvussu stórt tað er. Toftamaðurin hevur verið nógv skaddur í seinastuni. Tí gleðist liðfelagin, Manuel Prietl, eisini vegna Jóan Símun Edmundsson.
- Vit eru glaðir fyri fyrsta sigurin. Eg eri veruliga glaður fyri, at ”Eddy” skoraði avgerandi málið, tí hann hevur havt eitt torført tíðarskeið, sigur eysturríski liðfelagin Manuel Prietl.
Hetta er annar dysturin hjá Arminia Bielefeld í týsku Bundesliguni í hesum kappingarárinum. Arminia Bielefeld hevur nú fýra stig fyri tveir dystir, sum má mestast at verða ein góðkend byrjan.
##med4##
DSC Arminia Bielefeld - FC Köln 1-0 (0-0)
1-0 Jóan Símun Edmundsson, 78
Áskoðarar: 5.460
DSC Arminia Bielefeld:
Ortega Moreno – Brunner, Pieper, van der Hoorn, Lucoqui – Prietl, Hartel (88. Kunze), Doan (73. Schipplock) – Soukou, Klos (C), Córdova (68. Edmundsson).
FC Köln:
Horn – Ehizibue, Bornauw, Czichos, J. Horn – Hector (C) (46. Drexler), Skhiri – Rexhbecaj (87. Sörensen), Duda (75. Özcan), Thielmann (62. Limnios) – Andersson (76. Arokodare).
1 | Augsburg | 2 | 2 | 0 | 0 | 5:1 | 6 |
2 | E. Frankfurt | 2 | 1 | 1 | 0 | 4:2 | 4 |
3 | RB Leipzig | 2 | 1 | 1 | 0 | 4:2 | 4 |
4 | Arminia Bielefeld | 2 | 1 | 1 | 0 | 2:1 | 4 |
5 | Bayern München | 1 | 1 | 0 | 0 | 8:0 | 3 |
6 | Stuttgart | 2 | 1 | 0 | 1 | 6:4 | 3 |
7 | Hertha Berlín | 2 | 1 | 0 | 1 | 5:4 | 3 |
8 | Dortmund | 2 | 1 | 0 | 1 | 3:2 | 3 |
9 | Freiburg | 1 | 1 | 0 | 0 | 3:2 | 3 |
10 | Hoffenheim | 1 | 1 | 0 | 0 | 3:2 | 3 |
11 | Werder Bremen | 2 | 1 | 0 | 1 | 4:5 | 3 |
12 | Leverkusen | 2 | 0 | 2 | 0 | 1:1 | 2 |
13 | Wolfsburg | 1 | 0 | 1 | 0 | 0:0 | 1 |
14 | Union Berlin | 2 | 0 | 1 | 1 | 2:4 | 1 |
15 | Mönchengladbach | 2 | 0 | 1 | 1 | 1:4 | 1 |
16 | Köln | 2 | 0 | 0 | 2 | 2:4 | 0 |
17 | Mainz | 2 | 0 | 0 | 2 | 2:7 | 0 |
18 | Schalke | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:11 | 0 |