Jóan Símun hevði kjansir

Annan dystin á rað fekk toftamaður í Newcastle í gjár fulla spælitíð á eykaliðnum, men heldur ikki hesa ferð varð úrslitið nakað at reypa av. Newcastle tók á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Everton og tapti 0-4. Venjarin hjá Premier League liðnum hjá Newcastle, Alan Pardew, var millum áskoðararnar.
Um miðjan fyrra hálvleik hevði Jóan Símun eina roynd móti Everton-málinum, men verjan stóð fyri. Løtu seinni kom Everton á odda og tá farið var til hálvleiks, var støðan 2-0 til gestirnar.
Føroyski landsliðsframherjin var líka við at stúta eitt David Santon-innlegg í mál tíðliga í seinna hálvleiki, men toftamaðurin megnaði akkurát ikki at fáa høvdið orduliga á bóltin. Ímóti endanum av dystinum økti Everton til bæði 3-0 og 4-0.
Í næstu viku spælir liðið í lokalu steypakappingini ímóti amatørliðnum Ashington, og sum skilst, verða fleiri føroyingar millum áskoðararnar til tann dystin, tí Norröna er í Newcastle við sínum árliga jólatúri, júst meðan dyst­-
urin er.