Jóan Símun kostar 750 túsund krónur

Hetta er upphæddin, sum OB vil hava, um føroyski landsliðsspælarin longu nú skal flyta úr felagnum

Í gjárkvøldið var Jóan Símun Edmundsson eitt stórt korter á vøllinum, tá ið OB tapti 2-1 á útivølli ímóti FCN.

Jóan Símun er roknaður at vera millum góðu spælararnar í superliguni, og danskir miðlar umrøða viðhvørt støðuna hjá honum í OB.

Í dag er tað dagblaðið BT, sum endurgevur leiðsluna í OB fyri at siga, at tað er teirra fatan, at umboðsmaðurin hjá Jóan Símuni arbeiðir við stórum ídni fyri, at tað skal eydnast føroyska landsliðsspælaranum at finna nýtt felag nú beinanvegin.

Sáttmálaskeiðið hjá Jóan Símuni í OB verður liðugt í summar. Tá fer tað at bera honum til at finna annað felag, uttan at OB fer at fáa nakað burturúr flytingini.

 

BT sigur seg vita, hvør prísurin er hjá tí felag, sum nú beinanvegin ætlar at keypa føroyska landsliðsspælaran:

-Síðsta dagin danska flytingarvindeygað var opið, bjóðaði toppliðið í superliguni, FCM, upp á Jóan Símun Edmundsson. Men felagið var ikki sinnað at rinda upphæddina, sum OB vildi hava fyri spælaran. Tann upphæddin er 750 túsund krónur, veit BT at siga.

 

Umframt samsýningina til OB skal nýggja felagið rinda Jóan Símuni løn og møguliga samsýning fyri at flyta. Tað valdast um samráðingarúrslitið.

 

Millum londini, har flytingarvindeygað framvegis er opið, eru Noreg, Svøríki og Ísland.