Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld taptu í gjár 1-0 á útivølli móti Bochum, sum liggur á fimta plássið í 2. Bundesliguni í Týsklandi.
Les eisini: Jóan Símun við í ótrúligum sigri
Føroyski landsliðsspælarin spældi enn eina ferð allan dystin fyri Arminia Bielefeld, sum hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar. Tølini siga annars, at gestirnir við føroyska spælaranum høvdu bóltin meir, og høvdu fleiri royndir á málið, men tað bleiv ongantíð umsett til mál.
Eftir ótrúliga sigurin móti Darmstadt, har Jóan Símun Edmundsson átti avgerandi avleveringina í sigursmálinum í yvirtíðini, so hevur Arminia Bielefeld tapt tveir dystir upp í slag. Fyrst taptu teir 3-1 á heimavølli móti FC Køln, og nú 1-0 á útivølli móti Bochum.
Tað gleðiliga er – sæð við føroyskum eygum – at toftamaðurin spælir allar dystirnar. Hann fær álit frá venjaranum, so talan er um ein mann, sum er í dystarformi, ið kemur heim at spæla landsdystirnar í Nations League móti Aserbadjan og Kosovo.
(Livescore.com)
1
8
9
19
2
9
1
17
3
8
7
16
4
8
5
15
5
9
6
14
6
8
3
13
7
8
-2
13
8
8
3
12
9
8
2
12
10
8
1
12
11
9
-2
12
12
8
2
11
13
9
-4
10
14
8
-1
8
15
8
-4
7
16
8
-7
5
17
8
-9
5
18
8
-10
2