Eykaliðið hjá Newcastle tapti í gjár móti arvafíggindanum úr Sunderland á sjálvum Stadium of Light. Jóan Símun hevði fleiri royndir á Sunderland málið, men megnaði ikki at skora. Newcastle er framvegis fremst í eykaliðs deildini.
Tað er eitt sindur síðani, at Jóan Símun Edmundsson hevur fingið høvið at royna seg frá byrja á eykaliðnum hjá Newcastle. Í gjár fekk toftamaðurin so møguleikan í grannauppgerðini móti Sunderland. Dysturin varð leiktur á Stadium of Light, sum er heimavøllurin hjá Premier League liðnum hjá Sunderland.
Newcastle kom sambært heimasíðuni hjá teimum væl frá byrjan. Jóan Símun hevði tvær góðar royndir á Sunderlandi málið, áðrenn Sunderland kom á odda um miðjan fyrra hálvleik við máli sum Ryan Noble skoraði. Stutt fyri hálvleiki økti sami Ryan Noble til 2-0.
Seinni hálvleikur byrjaði við at Ryan Noble fullførdi sítt hattrick, tá hann legði Sunderland á odda 3-0. Stuttfyri tíð varð Jóan Símun feldur uttanfyri Sunderland brotsteigin. Landsliðsframherjin tók sær av tí sjálvur, men Sunderland málverjin bjargaði.
Í yvirtíðini fekk Newcastle eisini ein mann útvístan. Sambært Newcastle heimasíðuni so liggur Newcastle framvegis fremst í eykaliðsdeildini.