Jóanes Nielsen kennir seg karaktermyrdan

- Tað líkist karaktermorði á meg sum rithøvunda, tá Carl Jóhan Jensen heldur uppá, at eg mátti hava hjálp til leikin "Eitur nakað land weekend". Tað sigur ein harmur Jóanes Nielsen í viðmerking til útsøgn hjá Carl Jóhan Jensen herfyri um virðislønta leikin


Tað kom Jóanesi Nielsen rættiliga dátt við, tá hann í útvarpinum herfyri hoyrdi Carl Jóhan Jensen staðfesta, at Jóanes Nielsen mátti hava hjálp frá leikstjóranum og leikararnum fyri at fáa leikin "Eitur nakað land weekend?" at hanga saman á palli.

Orðini fullu í Listatáttinum í sendingini Ctrl E 8. januar, har teir báðir Bergur Djurhuus Hansen og Carl Jóhan Jensen millum annað kjakaðust um styrkir og veikleikar í skrivingini hjá Jóanesi Nielsen.

Í sendingini vísti Carl Jóhan Jensen á, at trupulleikin hjá Jóanesi Nielsen sum rithøvunda er, at hann ikki hevur neyðuga viðfødda ansin fyri drama. Og hetta gav honum eisini trupulleikar við leikinum "Eitur nakað land weekend", staðfesti Carl Jóhan Jensen, sum segði soleiðis í sendingini:

»Hann gjørdi jú heldur ikki tann leikin heilt uttan hjálp. Hann brúkti nógv Eyðun Johannesen og tey fólkini, sum eru í Grímu, og sum arbeiddu saman við honum um at fáa tað til at hanga saman á palli«. 



Karakterdráp

- Hatta er stutt sagt ikki rætt, og tað veit Carl Jóhan eisini. Tí undrar tað meg stórliga, at hann situr og breiðir slík ósannindi út alment, sigur Jóanes Nielsen

Meðan Carl Jóhan Jensen ikki ynskir at gera nærri viðmerkingar til sína útsøgn, heldur Jóanes Nielsen lítlan iva vera um, hvussu orðini skulu skiljast

- Við hasi útsøgnini vil Carl Jóhan Jensen vera við, at eg ikki eri maður fyri tey handrit, sum bera mítt navn. Einum slíkum karakterdrápi á meg sum rithøvunda kann eg snøgt sagt ikki liva við. Í føroyskum ummælarahøpi hava orðini hjá Carl Jóhan Jensen hóast alt eina ávísa tyngd, og tí kann eg eisini vera bangin fyri, at fólk trúgva honum, sigur Jóanes Nielsen.

Tað var leikbólkurin Gríma, sum í 2001 setti upp leikin "Eitur nakað land weekend?" eftir at handritið hevði vunnið eina leikritakapping hjá Leikpalli Føroya.

Jóanes Nielsen sigur seg ongantíð hava dult yvir, at samstarv var millum seg og leikbólkin Gríma um uppsetingina av "Eitur nakað land weekend?" Eisini leikstjórin Eyðun Johannesen minnist væl hetta samstarvið. Men at hann sum leikstjóri saman við leikararum mátti traðka til fyri at fáa leikin at hanga saman á palli er nakað 'forferdiligt tvætl', staðfestir Eyðun Johannesen. 



Leikstjórin undrast

Eyðun Johannesen leggur afturat, at onki óvanligt er í, at leikritahøvundar samstarva við leikstjórar ella dramaturgar, tá leikir verða settir upp. Tvørturímóti er tað meginreglan. Sum dømi nevnir hann, at allir leikirnir hjá størsta leikskaldinum í farnu øld, Bretholt Brecht, vórðu til í samstarvi við leikstjórar. Eisini sjónleikirnir hjá Shakespeare vórðu lagaðir til pall í tøttum samstarvi við leikararnar, minnir Eyðun Johannesen á.

Slík samarbeiði um pallsetingar hava sostatt ongantíð verið nøkur loyna, og tí undrar tað leikstjóran, at hetta brádliga verður drigið fram sum ein veikleiki ella trupulleiki.

- Tær fáu tillagingarnar, sum fóru fram í sambandi við "Eitur nakað land weekend", vórðu gjørdar í tøttum samstarvi við Jóanes Nielsen, sum eisini sjálvur kom við flestu uppskotunum til broytingar. Endaliga úrslitið, sum kom á pall, var fullstendiga hansara egna - líka frá skaldsligum hugmyndum og innihaldi til málbrúk og tónalag, slær Eyðun Johannesen fast. 



Leikrit við góðsi í

Við meiri enn 30 ára royndum sum leikstjóri ivast Eyðun Johannesen sjáldan longur í, um eitt leikrit hevur hevur tað, sum skal til, fyri at verða til ein góðan leik á palli.

- Longu tá tú byrjar at lesa eitt leikrit, sært tú, um nóg mikið av góðsi og dramatikki er í til at skapa ein góðan leik. Og tað sá eg skjótt, at leikritið til "Eitur nakað land weekend" hevði, sigur leikstjórin.

Eyðun Johannesen leggur afturat, at tað að krevur serligar gávur at skriva drama, og tær gávurnar hevur Jóanes Nielsen eftir hansara tykki.

- Man plagar at siga, at høvundar, ið bæði skriva yrkingar og prosatekstir oftast eisini eru góðir dramatikarar, tí á palli ræður um málið rakar neyvt og situr væl. Og tað haldi eg Jóanes Nielsen sum rithøvunda vera eitt gott dømi um, sigur Eyðun Johannesen.

Árið eftir frumsýningina av "Eitur nakað land weekend" vann Jóanes Nielsen Norðurlendsku Dramatikaravirðislønina fyri leikritið.