Jóannes Eidesgard er rørandi samdur

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at eftir hansara tykki skal játtanin til fólkaskúlan ikki lækka, men geva nakað lyfti vegna samgonguna, kann hann ikki

- Játtanin til skúlaverkið skal ikki lækka.
Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann tekur fult undir við, at endamálið við ætlaða skúlareforminum skal vera, at upphæddin, sum verður spard, skal ikki takast úr skúlaskipanini, men skal brúkast til at styrkja skúlan við.
Hóast landsstýrismaðurin ikki heldur, at tað er ráðiligt at lækka játtanina, tosar hann um, umleggingin kann gera, at játtanin kann frystast føst í nøkur ár.
- Og tað í sær sjálvum er ein stór sparing og hetta er tann sparingin, eg havi sipað til, sigur hann í stuttari viðmerking.
- Eg eri púra samdur í, at endamálið við skúlareforminum skal ikki vera at typpa hol onkra aðrastaðni í fíggjarlógini, men skal brúkast til at styrkja pedagogiska tilboðið í skúlanum.
Tú heldur hann ikki, at hald er í illgrunanum, sum læarafelagið luftar í greinini omanfyri.
Men kanst tú lova formanninum í lærarafelagnum, at samgongan ikki fer at brúka hetta høvi til at lækka játtanina til skúlaverkið fyri at bøta um hallið á fíggjarlógini.
- Eg kann lova tað, so langt, sum eg kann ávirka, men at geva nakað lyfti fyri alla samgonguna, kann eg ikki, váttar Jóannes Eidesgaard.
Les eisini greinina: Ætlanin at leggja skúlar saman er bumbað í knús