Nú er tað greitt, at tað hevur eydnast B68 at brynja seg út av nýggjum til komandi kappingarár, og tað vil við øðrum orðum siga, at toftamenn ætla sær ikki soleiðis uttan víðari at tapa í øgiligu kappingini, sum er um spælararnar millum feløgini í Eysturoy og í høvuðsstaðnum.
Jóannes Jakobsen og Tofta Ítróttarfelag hava gjørt avtalu um samstarv fyri komandi kappingarár. Jóannes Jakobsen verður venjari hjá 1. deild hjá B68, og sammett við farna kappingarár, so fer nýggi venjarin at hava fleiri nýggjar spælarar at arbeiða við.
Arnbjørn Danielsen, Øssur Hansen og Jákup Eli Olsen skulu komandi ár aftur umboða barndómsfelagið á Toftum, og harafturat er greitt, at Jan Dam komandi ár fer at vera í tænastu hjá Jóannesi Jakobsen og B68.
Í vikuni eftir kappingarlok fóru teir fýra brasilumenninir til hús aftur, og nú er avgjørt, at tveir teirra komandi ár koma aftur til Toftir. Lusio og Messias koma ikki aftur til B68, men tað gera Marselo og Marlon. Á Toftum ætla teir at fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið um mánaðarskiftið januar/februar, og teir báðir brasiliumenninir koma til Toftir ein mána seinni.
Innføddu B68ararnir, sum í ár hava verið á liðnum ? og tað vil m.a. siga landsliðsmaðurin Fróði Benjaminsen og veteranurin Jan Petersen ? vera við aftur komandi ár. Havnarmenninir Fróði Clementsen og Sámal Erik Hentze halda ikki fram á Toftum. Finn Mørk verður burturstaddur fyrrapartin av kappingarárinum. Tað er ikki greitt, um hann seinni á árinum fer at spæla við B68, og tað er heldur ikki greitt, hvussu tað verður við hinum uttanbíggja spælarunum, sum síðsta kappingarár vóru á Toftum.
Kjartan Nesá fer at halda fram sum hjálparvenjari og ábyrgdarmaður fyri 3. deildarliðnum.
Miðja hægri
Tá sammett verður við nógvu av áttati árunum og fyrstu níti árini, so hevur úrtøkan tey seinastu árini verið soltin hjá B68, sum í staðin fyri at hugsa um toppin og harvið altjóða fótbólt hevur stríðst fyri at halda niðurflytingini burtur.
Undanfarna kappingarár, tá Bjørn Krog var venjari, var spælarahópurin ikki breiður, og serliga eftir summarsteðgin var úrtøkan soltin.
? Vit eru fegnir um, at tað hevur eydnast okkum at fáa spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum, aftur henda vegin. Vit halda, at spælarahópurin komandi ár er styrktur, bæði hvat breiddini og royndunum viðvíkur, og hetta skuldi givið venjaranum møguleikar, sum vit ikki hava havt í ár.
Hetta sigur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, sum ásannar, at kappingin er nógv størri nú, enn hon áður hevur verið, og at tað skal nógv til fyri at vera við í stríðnum um toppplaseringarnar. Tað er har, toftamenn ynskja at vera, og tí hava teir arbeitt nógv fyri at styrkja um grundarlagið.
Tað hevur ljóðað, at onkrir aðrir spælarar eisini eru á veg til B68, men Niclas Davidsen hevur ongar aðrar viðmerkingar til tað.
? Avtalurnar við Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Øssur Hansen og Jákup Eli Olsen eru komnar upp á pláss. Tað er avtalan við Jóannes Jakobsen eisini, og vit hava ikki onnur tíðindi til tykkara, er viðmerkingin hjá formanninum í Tofta Ítróttarfelag.
Drúgvar royndir
Felags fyri teir fýra spælararnar, sum nú hava gjørt avtalu við B68, er, at teir hava allir drúgvar royndir sum fótbóltsspælarar. Jan Dam hevur verið í 1. deild síðani 1986, og hann hevur spælt 36 landsdystir. Arnbjørn Danielsen, sum trý tey síðstu árini hevur spælt við B36, kom á 1. lið í 1993, og hann hevur spæt tríggjar landsdystir.
Øssur Hansen, sum í ár hevur spælt við B36, kom á 1. lið í 1988, og hann hevur spælt 35 landsdystir. Og Jákup Eli Olsen, sum undan síðsta kappingarári flutti úr barndómsfelagnum á Toftum og í HB, hevur spælt tvær ferðir á landsliðnum. Hann kom fyrstu ferð á besta B68 liði í 1989.
Jóannes Jakobsen hevur ikki verið venjari í 1999. Í 1991 og 1992 var hann spælandi venjari hjá VB, í 1994 og 1995 var hann spælandi venjari hjá HB, og so var hann venjari í trý ár í Klaksvík. Síðsta árið í Klaksvík spældi Jóannes millum lítið og einki. Í ár hevur hann spælt heilt fitt við 2. deildar liðnum hjá HB, men vit hava einki hoyrt um, at nýggi venjarin á Toftum ætlar at spæla við sjálvur.jh