Jóannes skoraði sigursmálið í síðstu løtu

Unga liðið hjá Víkingi helt tørn ímóti FM favorittunum, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin

Í kvøld skuldi unga liðið hjá Víkingi standa sína roynd í Sarpugerði, har KÍ, sum í fýra teimum fyrstu umførunum hevði vunnið fulla úrtøku við málmuninum 14-0, var gestur.

Víkingarnir vóru framúr raskir og skilagóðir, og tað var um reppið, at teir stóðu royndina, um tað verður gjørt upp í úrslitinum. At teir mistu á stokkinum ímóti toppliðnum iðra víkingarnir seg sjálvandi yvir, men avrikið vísti, at tað av álvara gongur rætta vegin í Sarpugerði.

Noah Mneney og Géza David Turi mannaður sentrala miðvøllin, Signar á Brúnni varð settur inn fyri skadda Ara Olsen, tá ið eitt stórt korter var farið, og í vinstru var 17 ára gamli Olaf Barðarson.

KÍ venjarin kundi tykjast at spenna bogan høgt, tí hann hevði í fyrra hálvleiki fleiri av higartil mest eyðsýndu spælarunum á beinkinum. Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg vórðu skiftir inn beinanvegin eftir steðgin, og Ivan Sollie Rønning varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Millum teir fyrstu ellivu vóru fleiri, sum higartil í ár ikki hava spælt so nógv – Jesper Van Der Heyden, Lars Daniel Bjørkman, Bob Sumareh og Jonn Johannesen, sum so ofta hevur verið eyðsýndur ímóti Víkingi.

Fyrsta málið yvirhøvur ímóti KÍ skoraði Jákup Johansen, sum rann inn úr høgru og varð leysur, tá ið hann fekk tak á bóltinum eftir neyva sending frá Gunnari Vatnhamar.

Tá restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, og heimaleiðslan helt, inntil lítið korter var farið av seinna hálvleiki. Tá javnaði Bob Sumareh eftir upplegg, sum Jóannes K. Danielsen stóð fyri.

Intensiteturin var øgiligur, tað gekk báðar vegir, og tað vóru nógvar spentar støður soleiðis, sum tað eigur at vera í toppdysti. Dygst undan at KÍ skoraði sigursmálið, hevði heimaliðið risa møguleika. Eftir innlegg úr høgru snittaði innskfiti Martin Klein Joensen bóltin víðari, og tá ið Gunnar Vatnhamar í góðari støðu stakk seg upp, kendist sigursmálið ikki at vera langt burtur. Men Gunnar sendi við høvdinum bóltin omanfyri málið, og so var tað, at KÍ tók av.

Málskjútti var Jóannes K. Danielsen eftir innlegg úr vinstru frá Jóannesi Bjartalíð.

KÍ var meiri á bóltinum, men tað kundi væl farið báðar vegir. At tað eydnaðist KÍ at skora sigursmálið í evstu løtu ber við sær, at klaksvíkingar hava fult stigatal eftir fimm umfør. Víkingur hevur átta stig.