Jóannes á Váli 60 ár

Í dag, mikudagin 17. oktober, eru tað 60 ár síðani, at Jóannes á Váli var føddur. Jóannes var í fleiri ár í fremstu røð í Smyril Line, men tað er ivaleyst í sambandi við sang og tónleik, at føroyingar kenna hann best.
Vøggan stóð á Selheyggi í Klaksvík, og tað var har og í Víkunum, at Jóannes vaks upp burtursæð frá tveimum árum miðskeiðis í seksti árunum, tá ið familjan búði á Tinghúsvegnum í Havn.
Foreldrini eru Anna og Líggjas á Váli. Anna er 91 ára gomul og býr nú á Lágargarði. Hon er ættað úr Havnini, men vaks upp í Norðadali. Líggjas var 70 ára gamal, tá ið hann brádliga andaðist í 1993. Hann var ættaður úr Svínoy, men fór tíðliga til Klaksvíkar at ganga í skúla, og har búsettust tey bæði, Anna og Líggjas.
Fyrst føddi teirra var Jóannes. Systkin hansara eru Charlotta, Ólavur og Brita. Charlotta og Brita búgva í høvuðsstaðnum. Fyri familjuna og so mong onnur bæði heima og burturi var tað dyggur smeitur, tá ið Ólavur brádliga andaðist í 2005 bara 49 ára gamalur.
Eftir skúlaárini í Klaksvík og eftir at hava arbeitt á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro í eitt skifti, fór Jóannes undir lestur á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Eftir lokið prógv fór hann í starv hjá Esso í Danmark, og eftir at familjan fyrst í áttati árunum var flutt til Føroya, arbeiddi Jóannes hjá Esso. Seinn var hann hjá Smyril-Line, har hann var fíggjarstjóri og so saman við Óla Hammer stjóri í Smyril-Line.
Seinastu árini hevur Jóannes arbeitt í privatu vinnuni.
Altíð og alla staðni, har Jóannes hevur verið, hevur hann – saman við familjuni, dupultkvartettini, sangkórinum í Ebenezer og øðrum kórum – við sínum spakføra og vinnandi verumáta verið við til at seta dám á við fínu sangrøddini og serliga góðu evnunum at spæla orgul og klaver. Hann spælir undir til felagssangin í Ebenezer, og tað er so ofta, at Jóannes saman við familjuni og sangvinunum møtir upp og stuðlar, um tað so er í sambandi við gleði ella sorg.
Jóannes giftist í 1973 Eyðvør fødd Djurhuus, ættað úr Vági og uppvaksin í Havn. Tey eiga tvær døtur – Súsanna og Kristina. Súsanna er gift Trygva Vang av Glyvrum. Tey eiga ein son – Jóannes á Váli Trygvason – og tey búgva í Havn. Kristina býr í USA, har hon er undir útbúgving.
Eyðvør og Jóannes búgva í høvuðsstaðnum. Heimið undir Kerjum omanfyri Marknagilsvegin er eyðkent av hugna og stórum gestablídni.
60 ára føðingardagurin verður hildin saman við dóttrini í USA.
Hjartaliga til lukku á føðingardegnum skyldmaðurin.
------ Jóannes Hansen