Jóannes vil halda í oyruni á bankunum

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú kanna um peningastovnarnir hava lækkað rentuna nóg nógv eftir at teir hava fingið almenna hjálp fyri at koma heilskapaðir ígjøgnum kreppuna. Men hann fær onki gjørt uttan at fortelja bankunum sina meining

 Nú skal ein kanning setast í verk fyri at vita um bankarentan í Føroyum er ov høg.

Tað sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tí fer fíggjarmálaráðið nú undir ein kanning fyri at vita, um tær rentulækkingar, sum Tjóðbankin hevur sett í gildið, eisini eru settar í verk í Føroyum í nóg stóran mun.

Føroyar eru við í teimum báðum bjargingarpakkunum, sum danska stjórin hevur sett í verk fyri at hjálpa bankunum burtur úr altjóða búskaparkreppuni við skinninum á nøsini.

- Nú fara vit so at kanna eftir um hendan almenna hjálpin til bankarnar er komin viðskiftafólkunum til góðar í nóg stóran mun, sigur Jóannes Eidesgaard

Í samabndi við bankapakkarnar, hevur Tjóðbankin lækka rentuna nokk so fitt. Tað hava danskir peningastovnar tikið til eftirtektar og hava eisini lækka sínar rentu.

Rentan í Føroyum er eisini lækkað, men als ikki í sama mun sum tær donsku. Samstundis er innlánsrentan lækkað væl meiri enn útlánsrentan og tá í munurin á innlánsrentu og útlánsrentu økist, merkir tað, at bankarnir hava økt um vinningin.

Sjálvur ivast landsstýsismaðurin í fíggjarmálum í um føroysku peningastovnarnir hava lækkað rentuna niður á eitt hóskandi støðið eftir teimum rentulækkingum, sum hava verið rundanum okkum.

Men ætlanin er so, at hendan kanningin skal geva okkum sjón fyri søgn, leggur hann afturat.

Hann kennir væl sjónarmiðini hjá bankunum fyri, hví rentan ikki er hækkað so nóg og hví munurin á innlán- og útlánssrentu hækkar. Bankarnir siga, at tað er tí, at tað er so dýrt at vera við í hjálparpakkunum og at tað er blivið dýrari hjá teimum sjálvum at læna pening.

- Men tá ið Tjóðbankin lækkaði rentuna var tað fyri at sparka hjólini ígongd aftur og ikki fyri at bankarnir skulu brúka hetta høvi til at økja um vinningin.

- Tað er ikki nóg mikið at bankarnir fáa ágóðan av hjálparpakkunum og rentulækkingunum í kjalarvørrinum á teimum. Skulu hjólini mala aftur, er tað neyðugt, at viðskiftafólkið merkir ágóðan so at fólk fara at brúka pening aftur.

- Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at rentan í Føroyum er ikki lækkað í eins stóran mun sum rentan hjá Tjóðbankanum og tí hevur tað týdning fyri okkum at lýsa støðuna.

- Men skuldu tit komi til ta niðurstøðu, at rentustøðið er ov høgt, hvat fáa tit so gjørt við tað?

- Vit fáa onki gjørt –uttan at hava eina politiska meining um tað, ásannar Jóannes Eidesgaard.

Hann staðfestir, at hann kann ikki áleggja peningastovnunum at hava eina ávísa rentu, tí tað er ein spurningur, sum peningastovnarnir avgera einsamallir.

- Men vit kunnu so í øllum førum siga okkara meining um støðuna.

Hann sigur, at hetta hevur ikki bara áhuga fyri tey einstøku viðskiftafólkini. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri landskassan, tí landið betalir stórar upphæddir í rentustuðuli fyri lán, sum sethúsaeigarar hava.

Hann staðfestir, at har eru tað marknaðarkreftirnar sum ráða so at viðskiftafólkini brúka teir peningastovnarnir, har teir fáa besta tilboðið.

Kortini ásannar hann eisini, at tað viðskiftafólkini hava ógvuliga avmarkaðar møguleikar at velja, tí bankarnir eru fáir.

Men skulu bankarnir vera við í tí seinna bankapakkanum, ber tað so ikki til at seta teimum sum treyt, at teir halda rentuni niðri á einum ávísum støði?

- Tað kunnu vit helst ikki, ásannar Jóannes Eidesgaard.