Aftur í ár fer Vestmanna Ítróttarfelag at skipa fyri hugnaløtu við jóansøkubáli á sandinum Inni á Fitjum í Vestmanna.
Hetta er tiltak, sum er vorðið afturvendandi, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Jóansøkutiltakið hjá Vestmanna Ítróttarfelag verður í ár jóansøkuaftan, leygardagin 24. juni.
Byrjað verður við ponyríðing klokkan 15.00. Klokkan 16.00 verður grillin tendrað, og til ber at grilla pylsur og fáa okkurt leskandi afturvið.
Sungið verður vanliga við slík høvi, og vestmenningar ætla heldur ikki, at tað skal fara framvið. Teir hava sanghefti til tað sama, siga teir.
Men alt kostar pengar, og tiltakið hendan dagin er fyri at fáa pengar til ítróttarfelagið. So lutaseðlasøla verður eisini. Fyrireikararnir siga, at nógvir góðir vinningar eru á lutaseðlunum.
Til eitthvørt jóansøkubál eigur eisini ein røða at vera. Og jóansøkurøðan í Vestmanna í ár verður hildin klokkan 18.00. Tað verður varaløgmaður, Høgni Hoydal, sum fer at halda jóansøkurøðuna á sandinum Inni á Fitjum í Vestmanna ár 2.000.
Sjálvt bálið verður tendrað, tá eitt sindur er liðið út. Klokkan 19.00 ella seinni, skriva vestmenningar í tíðindaskrivinum.
Annars hava vestmenningar nýliga vaksið um sandin Inni á Fitjum. Tað var soleiðis, at við teimum útbyggingum, sum verið hava fram við sjósíðuni í Vestmanna, hvarv eisini tann gamli sandurin. Síðan varð sandur pumpaður upp aftur uttan fyri grótkastið Inni á Fitjum. Men ikki alt tóktist nóg gott har. So nú í summar er meira sandur lagdur upp har.
Eisini aðrastaðni verða jóansøkubál tendrað.
Í Havn plagar, sum sagt, at vera jóansøkubál í Sandágerði á hvørjum ári.
Um viðrar er ætlanin at hava bálið í kvøld, verður sagt av Býráðnum.
Shjálvt tiltakið byrjar við ponyríðing, sum Føroya Ríðingarfelag skipar fyri klokkan 20.00.
Klokkan 21.00 verður bálið tendrað, og tá fer Eyðun Johannesen, sjónleikari, at halda røðu.
Tað eru skótar, sum gera bálið, og tað eru eisini skótar, sum fara at selja kaka og bollar á økinum.
Felagssangur verður, sum vera man, og eisini verður føroyskur dansur á sandinum, sum vanligt er.7.
6?2: Bárður Johannesen 53.
7?2: Svenning W. Hansen 54.
7?3: Hallur Christiansen 56.
7?4: Hallur Christiansen 68.
8?4: Svend Poulsen 78.
Skáli?B71 7?2 (4?0)
1?0: Pauli Hansen 6.
2?0: Jón Rasmussen 13.
3?0: Pauli Hansen 16.
4?0: Pauli Hansen 30.
5?0: Jón Rasmussen 46.
5?1: Kristoffur Vidtfeldt 49.
5?2: Jónsvein Thomsen 56.
6?2: Kaysten Rasmussen 72.
7?2: Kaysten Rasmussen 78.
10. umfar 20. juni
AB?B71 2?4 (2?1)
(Framskundaður frá 25. juni)
0?1: sjálvmál 5.
1?1: Fróði Stenberg 27.
2?1: Signar Johannesen 43.
2?2: sjálvmál 55.
2?3: Jónsvein Thomsen 86.
2?4: Rúni Joensen 90.
Reytt kort: Petur Kristian Nielsen, B71, 43.
Máltindurin:
Signar JohannesenAB11
Kristoffur VidtfeldtB7111
Oddbjørn JoensenAB9
Aksel HøjgaardB688
Petur NiclasenFS Vágar8
Kaj RoestTB8
Egil SteintórssonVB8
Svend PoulsenAB6
Kári í LágabøVB6
Pauli HansenSkála5
Eyðun SvalbardTB5
Hallur ChristiansenTB5
Dánial Petur JohansenB364
Regin ArgeB364
Jónsvein ThomsenB714
Magnus SimonsenFS Vágar4
Aksel JohannesenKÍ4
Kaysten RasmussenSkála4
Just JohannesenTB4
Bárður JohannesenAB3
Fróði StenbergAB3
Heri PetersenAB3
Svenning W. HansenAB3
Tumas Eli HansenB363
Vinjard GuttesenB363
Jákup OlsenB683
Jóannes JakobsenB683
Páll á ReynatúgvuB713
Símun HansenB713
SjálvmálB713
Jákup BaldvinssonÍF3
Ken BærendsenÍF3
Jón RasmussenSkála3
Niels Gunnar PetersenTB3elig;l, har hon bðr. Tað má vera okkurt í luftini, sum ger tað, men um summarið hoyrir hon tað ikki. Men heilt frá oktober til mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði.
Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín.
Og so hevur hon eisini samband við nakrar aðrar føroyskar konur, ið endaðu í Onglandi uppá sama máta sum hon sjálv. Sjálvandi hevur hon eisini fleiri ferðir havt føroyingar á vitjan.
Eitt gott lív
Nú Hilda er 71 ára gomul, er tað eitt gott lív, hon sær, tá ið hon lítur aftur um bak.
? Eg havi havt eitt gott lív, við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn.
? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tænastustarv. Trý av ommubørnunum eru liðug á universiteti, trý ganga á universiteti og tað sjeynda byrjar á universitetinum komandi ár. Børn og ommubørn sær hon nógv til.
? Men so leingi, eg orki, fari eg at koma aftur og aftur.
Men ferðingarhugurin ger, at hon ferðast eisini aðrar leiðir og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast.
?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst havi eg keypt mær eina ferð til Teilands.
Men hvar hon so ferðast er tað tó eitt, sum liggur fast. Og tað er, at vágbingur, tað verður hon til tað síðsta.
Halda røðu
Av tí, at Hilda hevur verið so oftani heima og ferðast, er jóansøkan ikki so fremmand fyri henni, sum hon er fyri so mangar útisetar.
Hon hevur ofta verið á jóansøku, og tað er serliga kappróðurin, sum hugtekur hana
Tað er ein sera vøkur sjón at síggja allar róðarbátarnar koma skúmandi inn eftir fjørðinum. kanska er tað tí, at eg sjálv búgvi mitt inni í landinum og síggja ikki sjógvin, at eg eri so hugtikin av kappróðrinum. Men Vágsfjørður, hann er eisini vakur í sær sjálvum.
Hóast Hilda ofta hevur verið á jóansøku, verður hendan kortini nakað serligt, tí í ár skal hon halda røðu á hugnaløtu uttanfyri posthúsið leygarkvøldið , tá verður eisini sangur og tónleikur á skránni.