Í dag, 20 juli, verður Jógvan Adolf Johannesen, fyrrverandi lærari og løgtingsmaður, Skopun, 65 ár.
Jógvan Adolf er ættaður úr Dali, hann er sonur Sofus og Fridu Johannessen, sum bæði vóru úr Dali.
Jógvan Adolf tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1962 og hevur hann verið lærari í Rituvík 1962-68 og í Skopun frá 1968-97, og frá 1970 sum fyrstilærari.
Hann fór úr starvi 1. august 1997. Jógvan Adolf var á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya 1967-68 í føroyskum máli og bókmentum, hann hevur eisini verið á ymsum skeiðum í at undirvísa seinmentum næmingum. Hann var skrivari í Skopunar bygdarráð 1971-92.
Í 1988 fór hann upp í landspolitikk, tá hann varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin fyri Sandoyar valdømi, og sat hann á tingi til 30. apríl 1998. Sum tingmaður var hann m. a. limur í Norðurlandaráðnum frá 1992-1994. Mentanarhugaður, sum hann er, var hann limur í løgtingsins mentannarnevnd.