Jógvan Elias byrjaði sum assistentur á lønardeildini í 1967 og seinni sum yvirassistentur á hesi deild. Hann var í fleiri ár varaumjónarmaður á Landssjúkrahúsinum og í fleiri tíðarskeiðum sum virkandi sjúkrahússtjóri. Eftir seinastu bygnaðarbroytingarnar í sjúkrahúsleiðsluni var hann, síðan 1. februar 1997, leiðari á Tænastudeildini á Landssjúkrahúsinum.
Her eru brot úr røðum sum sjúkrahússtjórin Poul Geert Hansen og Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri, hildu hendan dagin. Umleið 250 fólk vóru til móttøkuna.
Nógv hent síðan 1967
Sjúkrahússtjórin segði m.a. við Jógvan Elias "Nú eru vit komin til markeringina av tínum fráfaringardegi. Tú ert blivin tað institutionella minnið á Landssjúkrahúsinum. Tú hevur verið alt ígjøgnum í tey 36 árini, sum tú hevur starvast her - meginpartin av tíðini á teimum ovastu rókunum sum varaumsjónarmaður, virkandi umsjónarmaður og depilsleiðari á tænastudeplinum". eisini segði hann "Tú hevur við tínum opna sinni og lætta lyndi haft evnini at røkka inn til fólk - at tosa við tey, at skapa álit og at fáa tingini at rigga, hóast umstøðurnar milt sagt ikki altíð hava verið tær bestu á Landssjúkrahúsinum. Tú hevur eisini havt nógv sambond uttanfyri Landssjúkrahúsið, sum tú hevur røkt bæði væl og virðiliga. Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, at tú hevur verið eitt ordans menniskja".
Síðan kom sjúkrahússtjórin inn á, at nógv er hent hesi árini, síðan Jógvan Elias sum ungur maður byrjaði á Landssjúkrahúsinum í februar 1967. Tá var tann stóra útbyggingin av Landssjúkrahúsinum, so smátt við at fáa skap. Tann nýggi hvíti høvuðsbygningurin hevði reist seg øðiligur upp við síðunar av tí gamla Dronning Alexandrines hospitalinum og tað var helst torført at ímynda sær, hvat alt hetta plássi skuldi nýtast til. Teir teknisku bygningarnir vóru rættuligir skálar, og grýturnar í køkinum kundu kóka suppu til alla Havnina í senn - um tað skuldi verið neyðugt. Eitt stórt psykiatriskt sjúkrahús var lagt afturat tí, sum hevði verið virksemið frammanundan, og so komu allir íbúðarbygningarnir. Tað vóru tíðir við stórum broytingum, tey fyrstu árini hann starvaðist her.
Eisini segði hann um Jógvan Elias "Heilt frá byrjan hevur tað verið greitt, at her hevði Landssjúkrahúsið fingið fatur á einum álitismanni.
Brotasjógvarnir skolaðu inn yvir Landssjúkrahúsið í nógvum umførum í kreppuárunum, meðan tú eisini hevði tíni tørn á brúnni. Ópopulerar avgerðir vóru tiknar og skuldu førast út í lívið. Avgerðir, sum høvdu fylgir fyri fleiri menniskju. Tað kravdi eitt hjarta á røttum staði at kunna boðað frá slíkum á ein menniskjaligan hátt, so at tey sum taptu ikki bara føldu seg sum taparar.
Tú vísti ein loyalitet bæði upp eftir og inn eftir í organisatiónini"
Poul Geert segði at hann hevði hoyrt frá nógvum, at Landssjúkrahúsið hevur verið heimsins besta arbeiðspláss. "Her veit eg, at tú hevur gjørt tín stóra insats fyri at medvirka til hetta. Tú hevur spreitt hugna og trivna við at ganga runt og tosa við fólk, víst áhuga og motivera tey. Innanfyri leiðsluteori verður hetta á enskum kallað: "Management by walking around". Men tað er ikki nakað tillært hjá tær - tað er bara heilt nattúrligt - sum tú ert. Nú byrjar eitt nýtt skeið í tínum lívi. Har arbeiðið er tað, sum var - og dagligi dagurin, fær eitt annað innihald, sum tú sjálvur kanst fylla hann við. Við tí sum tú hevur hug til"
At enda segði hann, at tað hevði verið ein frægd at hava haft loyvi til, at arbeitt saman við Jógvan Eliasi, og hann takkaði honum fyri alt, sum hann hevði gjørt fyri Landssjúkrahúsið.
Góður við Landssjúkrahúsið
Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri, segði eisini nøkur orð, hon segði m.a. "Í sambandi við at tú hevur valt at halda uppat við at arbeiða eftir øll hesi ár, eru vit samlaði her í dag fyri at takka tær fyri øll tey arbeiðsár, tú hevur lagt eftir teg á Landssjúkrahúsinum, og ynskja tær alt tað besta frameftir. Nær tú veruliga heldur heilt uppat við at vísa teg á Landssjúkrahúsinum er enn eitt sindur ósikkurt, og vit vita at tað eru nøkur ting tú gjarna vil gera liðugt, áðrenn tú ert heilt liðugur, og at vit framvegis koma at møta tær her. Tað er ein góð niðurtrapningsavtala vit hava gjørt, fyri báðar partar.
Tað sum eyðkennir teg Jógvan Elias, er títt blíða og fyrikomandi lyndi, tíni evnir til at nýta tær góðu løturnar, títt góða minnið og at tú ert góður við Landssjúkrahúsið. Tað fara vit at sakna. Vit hava merkt, at tú hevur havt eitt innarligt ynski um, at Landssjúkrahúsið skal vera eitt gott stað at arbeiða á. Tá ið tað so ikki altíð hevur gingið sum ætlað, ert tú kanska blivin eitt sindur troyttur og rísin, men verður altíð skjótt blíður aftur.
At enda vil eg bert enn einaferð vegna sjúkrahúsleiðsluna og Landssjúkrahúsið sum heild, siga tær stóra tøkk fyri tína langu og trúgvu tænastu hjá okkum og ynskja tær alt tað besta frameftir", segði Marin Vang at enda.