»Eg eri sannførdur um, at um vit hækkaðu blokkin nú, so hevði tann hækkingin endað í hægri kostnaðarstigi í Føroyum: hægri almennum lønum, hægri prísum o. s. fr., og tað hevði bara gjørt kappingarførið hjá vinnulívinum verri. Og vit vórðu uppaftur verri fyri!
Nei. Loysnin er ikki at hækka blokkin. Sum øll lond í heiminum – eisini Danmark – verða vit noydd at seta tering eftir nering.«
Citat eftir Jógvan á Lakjuni, núverandi løgtingsformanni, 21. oktober 2011.