Jógvan Hugo á Fiskaren

- Hetta sær út til at gerast eitt sera spennandi starv. Fiskaren, sum er eitt gamalt blað, kann gerast eitt gott stað at hava orðaskifti millum fiskivinnuna í Norðuratlantshavi, sigur Jógvan Hugo Gardar.

Á høvuðsblaðstovuni í Bergen arbeiðir ein íslendingur, og við einum føroyingi á blaðstovuni í Oslo vónar Fiskaren, at fiskivinnan í útnorði verður væl dekkað.

Á nýggjárinum byrjaði Jógvan Hugo Gardar úr Klaksvík at arbeiða sum blaðmaður á kenda norska blaðnum Fiskaren. Jógvan Hugo Gardar, sum hevur tikið útbúgving sum blaðmaður á Norsk Journalisthøgskole í Oslo, skal arbeiða sum einasti blaðmaður hjá blaðnum í Oslo. Hann skal serliga halda eyguni við politiska umhvørvinum í høvuðsstaðnum og teimum pørtunum av fiskivinnuumsitingini sum eru í Oslo. Harumframt skal hann arbeiða við altjóða spurningum sum á ein ella annan hátt hava nakað við norska fiskivinnu at gera, millum annað samráðingar við onnur lond. Triðji parturin av uppgávuni hjá honum verður at syrgja fyri, at norðmenn fáa meir at vita um, hvat hendir á politiska, fiskivinnupolitiska og innan fiskivinnuna annars í Føroyum.

- Hetta sær út til at gerast eitt sera spennandi starv. Fiskaren er eitt gamalt blað, men hevur í ár fingið nýggjan høvuðspartaeigara. Tað er móðurfelagið hjá blaðnum Dagens Næringsliv, sum nú eigur umleið 60% av partabrøvunum í Fiskaren. Í hesum sambandinum verða stórar íløgur gjørdar í blaðið, og tað hevur sett í starv fýra nýggj fólk, sum skulu skriva fyri blaðið, sigur Jógvan Hugo Gardar.


Innihaldið broytt

Fiskaren er ikki bara úti um seg í Noregi. Blaðið roynir at byggja seg upp til besta blað av sínum slag í Norðuratlantshavi, og fer í framtíðini at hava starvsfólk bæði úr Íslandi og Føroyum. Á høvuðsblaðstovuni í Bergen arbeiðir ein íslendingur, og við einum føroyingi á blaðstovuni í Oslo vónar Fiskaren at fiskivinnan í útnorði verður væl dekkað.

Blaðið fær nýggjan blaðbúnað í hesum mánaðinum. Samstundis verður innihaldið broytt nakað, og meir skal gerast við tíðindi. Fiskaren hevur eisini økt um blaðfólkahópin við 50 prosentum, úr 8 upp í 12 skrivandi fólk. Haldaratalið skal eftir ætlan økjast við eini 15-20 prosentum komandi ár. Eydnast at fáa fleiri lesarar í útnorði, er ikki óhugsandi, at blaðfólk verða sett í Íslandi og møguliga eisini Føroyum um nøkur ár.

- Sum tað sær út kann Fiskaren gerast eitt gott stað at hava orðaskifti millum fiskivinnuna í Norðuratlantshavi, og blaðið gerst samstundis ikki nakar kappingarneyti til nakað verandi blað.

- Høvuðsuppgávan hjá mær verður at halda eyguni við tí sum hendir í Oslo, men meiningin er at Føroyar skulu fáa betri og javnari innivist í blaðnum. Eg fari at vitja í Føroyum av og á, serliga í sambandi við fundir og aðrar hendingar av áhuga, sigur Jógvan Hugo Gardar.


Hjá Nei-drotningini

Seinastu fýra árini hevur Jógvan Hugo Gardar arbeitt á blaðnum Sentrum, sum er limablað hjá stjórnarflokkinum Senterpartiet, flokkinum, har Nei-drotningin, Anne Enger Lahnstein, er leiðari.

- Arbeiðið í Sentrum hevur givið mær innlit í, hvussu politiska skipanin í Noregi virkar, bæði á stjórnar- og stórtingstigi umframt lokalpolitiskt. Í Sentrum hava uppgávurnar verið fjølbroyttar, men eg havi serliga arbeitt við orkupolitikki, fiskivinnu, ES og Norðurlondum, sigur Jógvan Hugo Gardar.

Í áttatiárunum arbeiddi Jógvan Hugo Gardar á Oyggjatíðindum og árini hann hevur verið í Noregi hevur hann eisini skrivað fyri Sosialin. Hann hevur norska konu og ein son, ið er hálvt annað ár.